Tá ið Roskilde Festivalurin fer av bakkastokki í summar, kunnu vitjandi eisini vænta eina framførslu frá týsku Kraftwerk.
Tá ið Kraftwerk í summar skulu spæla á Orange pallinum á Roskilde Festivalinum, fara teir millum annað at hava fleiri túsund 3D brillur við, so áskoðararnir kunnu fáa sum mest burturúr showinum.
Tað verður fyrstu ferð í søguni hjá Roskilde Festivalinu, at 3D brillur skulu býtast út millum teir 70.000 áskoðararnir, sum lurta frammanfyri Orange pallinum.
Við Politiken sigur festivalurin, at tað longu er greitt, at hendan konsertin verður um kvøldið, tí tað er neyðugt við myrkri, tí bólkurin hevur eitt umfatandi ljós og 3D show, sum egnar seg best um kvøldið.
Festivalurin hevur tó ikki gjørt greitt hvønn dag Kraftwerk spæla. Teir hava spælt á festivalurin áður, nevniliga í 1998.
Roskilde Festivalurin verður frá 29. juni til 7. juli.









