Týski hópurin

Týski landsliðsvenjarin, Rudi Völler, hevur boðað frá, hvørjar 22 leikarar hann hevur boðsent til venjingardystin móti Bosnia Hersegovina og til EM-undakappingardystin móti Føroyum

Landsdystur

Tað eru ikki eiti á leikarar, sum Rudi Völler hevur sent boð eftir, nú Týskland skal spæla fyrsta heimadystin eftir HM-silvurið í summar. Uttan at taka munnin ov fullan ber helst til at staðfesta, at talan verður um dyggastu mótstøðuna í føroysku fótbóltssøguni, har vit annars hava leikt móti so sterkum liðum sum eitt nú Jugoslavia, Spania og Rumenia.
Flestu av leikarunum úr dagsins týska landsliði koma úr stórfeløgunum Dortumnd, Bayern München og Leverkusen, og er talan soleiðis um leikarar, sum fyri ein stóran part hava verið við til at mynda oddin í europeiskum fótbólti seinnu árini. Kanska eingin teirra meira enn málverjin, Oliver Kahn, sum av mongum verður sum heimsins besti, men Ballack. Hamann, Jeremies og Jancker eru so avgjørt eisini leikarar, sum føroysku leikararnir hava allar góðar grundir at ansa eftir.
Hópurin hjá Týsklandi sær soleiðis út:

Málverjar
Oliver Kahn, Bayern München, 53 dystir /0 mál
Jens Lehmann, Borussia Dortmund,15/0

Verjuleikarar
Arne Friedrich, Hertha Berlin, 1/0
Ingo Hertzsch, Hamburger SV, 2/0
Sebastian Kehl, Borussia Dortmund, 11/2
Christopher Metzelder, Borussia Dortmund, 15/0
Carsten Ramelow, Bayer 04 Leverkusen, 32/0
Marko Rehmer, Hertha Berlin, 28/4
Christian Wörns, Borussia Dortmund, 39/0

Miðvallarleikarar
Michael Ballack, Bayern München, 30/11
Tim Borowski, Werder Bremen, 1/0
Fabian Ernst, Werder Bremen, 2/0
Torsten Frings, Borussia Dortmund, 16/2
Dietmar Hamann, Liverpool, 47/4
Jens Jeremies, Bayern München, 42/1
Bernd Schneider, Bayer 04 Leverkusen, 18/1


Álopsleikarar
Gerald Asamoah, Schalke 04, 15/2
Paul Freier, Vfl Bochum, 2/0
Carsten Jancker, Udinese, 31/9
Miroslav Klose, Kaiserslautern, 21/3
Oliever Neuvillle, Bayer 04 Leverkusen, 37/4
Alexander Zickler, Bayern München, 11/2