Týski forsetin í stórum trupulleikum

Týski forsetin, Christian Wulff, er aftur komin í andglettin, eftir at tað er komið fram, at hann hótti leiðsluna á blaðnum Bild, sum herfyri skrivaði, at forsetin hevði fingið eitt lán frá einum vinmanni við munandi lægri rentu enn marknaðarrentuna.

Tá blaðið kannaði málið, legði forsetin eini sms-boð á fartelefonina hjá blaðstjóranum, Kai Diekman, har hann hótti við at fara í rættin við málinum, um blaðið skrivaði nakað um lánið. Sambært blaðnum ringdi forsetin til blaðstjóran tveir dagar seinni og bað um umbering.

Týskir fjølmiðlar leggja dent á, at Christian Wulff hevur verið heitur talsmaður fyri pressufrælsinum. Málið hevur eisini vakt politiskan ans, og teir borgarligu stjórnarflokkarnir vilja hava eina frágreiðing frá forsetanum.