Í Týsklandi er helmingurin av fólkinum ímóti at lata Grikkaland fara á húsagang. Tað sæst í einari meiningakanning, sum sjónvarpið ZDF hevur latið gera. Har svara 50 prosent, at ES eigur ikki at lata Grikkaland fara av knóranum, men 41 prosent halda húsagang vera ta frægastu loysnina.
68 prosent av teimum spurdu siga, at eftir teirra tykki fær tað álvarssamar avleiðingar fyri Týskland, um Grikkaland fer á húsagang, men 15 prosent halda, at Týskland hevði fingið gagv av einum grikskum húsagangi.
Grikska stjórnin hevur sagt, at landið megnar ikki at halda sínar fíggjarligu skyldur, um tað ikki fær meiri pengar í næsta mánað. ES og IMF hava svarað, at landið fær ikki meiri pengar, fyrr at tað lýkur treytirnar. Tað vilja politikararnir, men teir eru undir stórum trýsti, tí fólk vilja ikki góðtaka tær sparingar, sum ES og IMF krevja.