Tann stóra bylgjan av týskarum, sum skuldi koma til landið tíðliga í juni mánað, er nú minkandi. Orsøkin er, at teir bert hava fingið umleið 600 atgongumerkir til tann nógv umrødda landsdystin, og hetta er ikki nóg mikið at nøkta tann stóra eftirspurningin. Fótbóltssambandið hevur latið týskarum tey kravdu tíggju prosentini av atgongumerkjunum.
Í vetur var talan um eini 1200 bíleggingar frá týskum umboðsmonnum, men bert helmingurin av hesum hava møguleika at fáa atgongumerkir til dystin, og tí eru fleiri, ið nú setast aftur.
Tvær ferðaskrivstovur, Sosialurin hevur tosað við, hava fingið fleiri avlýsingar frá vónbrotnum týskarum, ið ætlaðu sær hendavegin.
? Ein bólkur uppá 40 fólk hevur júst avlýst ferðina til Føroyar, tí umboðsmaðurin í Týsklandi hevur verið ov seinur at bíleggja atgongumerki til dystin, greiðir Svein í Heiðunum á Flogfelag Føroya frá. Hesin bólkur skuldi búgva á Hotel Vágum, men tað hevur eydnast Flogfelagnum at fylla hotellið uppaftur.
Tey í ferðaskrivstovuni Greengate í Havn uppliva tað sama, at fleiri avlýsa sínar ferðir til Føroyar vegna vantandi atgongumerki.
? Tað var altíð væntandi, at talið av ferðafólki ikki bleiv so stórt, tí so fá atgongumerki eru til taks, sigur Marni Hjallnafoss á Greengate.
Ein trupulleiki er, at eingin samskipan er millum søluna av atgongumerkjum til dystin, ferðaseðlum og hotelkømrum. Tá ein ferðaskrivstova selur týskarum ferð til Føroya, verður ikki fregnast eftir, um teir hava atgongumerki til landsdystin.
Skuldu fingið fleiri atgongumerkir
Marni Hjallnafoss heldur, at FSF kundi latið týskarum fleiri atgongumerkir fyri at stimbra ferðavinnuna enn meira.
? Tað hevði lættliga borið til at selt týskarum 1000 atgongumerkir, og vit burdu latið teimum fleiri atgongumerkir, sigur Marni Hjallnafoss.
Hansara grundgeving er, at tað er umráðandi at fáa nógv ferðafólk til Føroyar, tí fleiri teirra leggja møguliga leiðina aftur hendavegin eina aðru ferð, tey skulu út at ferðast. Tí skuldi henda støðan verið gagnnýtt betur, nú ein so góður møguleiki býðst.
Hann leggur afturat, at tað ikki hevði verið nakar stórur trupulleiki at hýst so nógvum fólki í senn.
? Vit høvdu kunnað nýtt nøkur bygdarhús sum vallaraheim. Tey flestu, sum koma til fótbóltsdyst, eru ikki serliga erkvisin og leggja vertin á, hvussu tey búgva, sigur Marni Hjallnafoss. Greengate fer at hýsa nøkrum at teirra ferðafólki í bygdarhúsinum við Gjógv.
Ferðafólk uttan atgongumerki
Bæði hjá Flogfelag Føroya og hjá Greengate eru tey vitandi um ferðafólk, sum koma hendavegin uttan nakað atgongumerki til dystin. Tað er í veruleikanum ikki trupulleikin hjá ferðaskrivstovunum, um teirra viðskiftafólk hava atgongumerki til ein landsdyst ella ikki.
Hesi ferðafólkini koma væl hendavegin í tí vón at kunna útvega sær eitt atgongumerki á ein ella annan hátt.
? Trupulleikin er í veruleikanum, at vit hava ov lítið stadion til ein so stóran dyst, sigur Svein í Heiðunum frá Flogfelag Føroya.