Tú skalt viga meira enn tú heldur

Um tú vilt hava eitt langt og sunt lív, so skalt tú als ikki vera so kløn ella klænur, sum tú áður hevur fingið at vita.

 

Nýggjastu kanningarnar á økinum vísa, at fólk, sum eru eitt vet hyldlig, liva longri og hava færri sjúkur enn ógvuliga kløn fólk.

 

Í dag verður viðmælt, at fólk skulu hava eitt BMI tal ímillum 18.5 og 25. Men hetta eigur at vera broytt, sambært nýggjastu kanningunum.

 

Í Syddansk Universitet hevur lektarin fyri Ítrótt og Biomekanik, Morten Zacho gjørt ein samandrátt av kanningunum á økinum, og úrslitið er sera greitt. Hyldlig fólk liva longri enn kløn fólk. Um tú hevur eitt BMI undir 20 er tað ikki gott fyri heilsuna. Hevur tú eitt BMI upp ímóti 30, so er eingin orsøk at klænka teg, um tú venur javnan, etur sunt og ikki hevur sjúkur.

 

Morten Zacho sigur við heimasíðuna hjá DR, at tað er ósunt at fara á kur, tí tað merkir aloftast, at tú sveiggjar nógv í vekt. Tá er betri fyri heilsuna, at tú vigar eitt sindur ov nógv, og viðlíkaheldur tína vekt.

 

Hansara kanning vísir, at BMI tølini skulu vera soljóðandi.

 

Ov kløn: BMI undir 20. Tað er ógvuliga ósunt. Tú skalt økja um tína vekt við at eta sunt og venja.

 

Vanlig og hyldlig: BMI á 20 - 30. Eingin orsøk til at tapa teg, um tú venur, etur sunt og ikki hevur nakrar sjúkur.

 

Feit: BMI á 30 - 35. Lívstílsbroytingar skulu til. Stuttir kurar eru ikki góðir fyri heilsuna.

 

Ovurfeit: BMI yvir 35. Sunt fyri tína heilsu at klænka teg.

 

BMI stendur fyri Body Mass Index, og er ein rokniháttur, sum verður nýttur fyri at finna tína idealvekt.

 

Les meira um evnið á heimasíðuni hjá DR her:

 

www.dr.dk/Nyheder/Levnu/Dinkrop/Artikler/2013/0219152556.htm

 

Rokna títt BMI her:

 

www.bmitest.dk