Týska liðið er eisini sett

Talan er um sterkt týskt lið sum Føroyar møta í kvøld

 

Um ein góðan hálvan tíma byrjar dysturin millum U-21 landsliðið hjá Týsklandi og U-21 landsliðið hjá Føroyum.

 

Fyrr í dag skrivaðu vit at føroyska U-21 landsliðið var sett, og nú er týska liðið eisini sett.

 

Les eisini: U-21 liðið er sett

 

Á týska liðnum er talan um nakrar framtíðarstjørnur í heimsflokki. Á liðnum er millum annað Leroy Sané, sum dagliga spælir fyri Schalke 04 í Bundesliguni, og sum er settur í samband við skiftir til fleiri stórfeløg.

 

Týska liðið sær soleiðis út:

 

Í mál: Timon Wellenreuther (Mallorca)

 

Í verjuni frá høgru: Jeremy Toljan (Hoffenheim), Lukas Klostermann (RB Leipzig), Niklas Sule (Hoffenheim), Yannick Gerhardt (Køln)

 

Á miðvøllinum frá høgru: Julian Brandt (Leverkusen), Julian Weigl (Dortmund), Niklas Stark (Hertha Berlin), Leroy Sané (Schalke 04)

 

Í álopinum: Davie Selke (RB Leipzig), Max Meyer (Liðskipari) (Schalke 04)