Bronsufinalan er dysturin, eingin vil sleppa at spæla, men tá tapandi hálvfinalistarnir fáa ein seinasta møguleika at rætta ryggin, spyrjast ofta bæði undirhaldandi og málríkir dystir burtur úr tí.
Hagtølini siga, at í bronsudystunum eru skotin í miðal 4,05 mál, meðan sama tal í finalunum bara er 2,86. Ikki kann sigast annað, enn at Týskland og Uruguay livdu upp til hetta, tí ikki færri enn fimm mál komu í dystinum.
Hóast týska landsliðið leygarkvøldið hevði fleiri av profilunum sitandi uttanfyri, eydnaðist annað HM-endaspælið á rað at vinna bronsufinaluna, og við sínum fyrsta landsliðsmáli nakrantíð, var tað Sami Khediras, ið avgjørdi dystin.
Hann hevur verið við í øllum dystunum hjá Týsklandi niðri í Suðurafrika, men upprunaliga skuldi hann slett ikki verið við. Men tá Michael Ballack gjørdist skaddur og mátti geva avboð, slapp Stuttgart-spælarin upp í part, hóast hann bara hevði fimm landsdystir í skjáttuni.
– Vit vildu vinna og spæla ein góðan dyst, og vit góvu alt, vit høvdu í okkum. Hetta er eitt ungt lið, og teir flestu vóru fyri fyrstu ferð við í einum endaspæli. Enn hava vit nógv, vit vilja uppnáa, og vit fara eisini at vinna meira tey komandi árini, segði Khedira, sum í 82. minutti skallaði bóltin í málið til endaliga 3-2 úrslitið, ið gav Týsklandi bronsuna.
Millimetrar frá…
Miðvallarspælarin, ið hevur røtur í Tunis, gjørdi sítt til, at Týskland vann sína fjórðu bronsufinalu, og tað er meira, enn nakað annað land hevur gjørt. Uruguay hevur ikki havt hepni við sær á tí økinum, tí hetta var triðja bronsufinalutapið hjá suðuramerikanarunum.
Men tað kundi sjálvandi eisini sæð heilt øðrvísi út. Stutt fyri steðgin skoraði Diego Forlán sítt fimta mál í hesum HM-endaspælinum, og í síðstu sekundunum í yvirtíðini var hann millimetrar frá at gerast HM-toppskjútti og javna til 3-3, so tað hevði blivið umdystur.
Uruguay fekk fríspark 20 metrar úr málinum, og Forlán royndi at sikta sum frægast, og skotið var so frægt, at bólturin brast í yvirliggjaran – og beint eftir tað bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
– At vit enda millum fýra tey bestu londini í kappingini um heimsmeistaraheitið, er heilt ótrúligt, staðfesti Diego Forlán, ið als ikki tóktist so vónbrotin, hóast Uruguay hevði verið øgiliga nær.
– Tá HM-endaspælið byrjaði, trúði eingin av okkum, at vit skuldu sleppa at uppliva løtur sum hesar í Suðurafrika. Nú vit komu so langt, sum vit gjørdu, vildu vit sjálvandi eisini fegnir vinna bronsuna, men óansæð, so fara vit at minnast allar tær góðu løturnar, vit hava havt í hesi kappingini.
Fekk aftur rætt
Hóast týsku landsliðsspælararnir koma heimaftur við bronsuheiðursmerkjum, so er tað tó ein týskari, ið hevur staðið seg betur enn allir hinir. Tað er høgguslokkurin Paul, sum hevur verið millum heimsins bestu tipparar, nú HM hevur verið í Suðurafrika.
Ferð eftir ferð hevur hann tippað rætt, tá Týskland hevur spælt, og so var eisini, nú bronsufinalan var á skránni. Og forrestin, so tippaði hann eisini, at Spania fór at vinna á Hollandi í finaluni!
Fyri fimtu ferð tippaði Paul undan bronsufinaluni, at Týskland fór at vinna, umframt at hann eisini hevur tippað rætt tær báðar ferðirnar, Týskland hevur tapt í HM-endaspælinum, ímóti Serbia í bólkaspælinum og ímóti Spania í hálvfinaluni.
Reint matematiskt er sannlíki fyri, at tað ber til at tippa rættan vinnara sjey ferðir á rað bara 0,78 prosent…









