Týsk neyðhjálparfólk burturflutt

Ókendir menn hava burturflutt tvey týsk neyðhjálparfólk í sudanska landspartinum Darfur. Týsku myndugleikarnir siga, at burturflytararnir komu inn í neyðhjálparleguna í gjárkvøldið, har teir tóku tey bæði fólkini og fóru avstað við teimum.

Neyðhjálparlegan er í høvuðsbýnum Nyala, og hetta er fyrstu ferð, at fólk eru burturflutt har, skrivar DPA.

Teir báðir týskararnir arbeiddu hjá hjálparfelagsskapinum Technisches Hilfswerk. Felagsskapurin fæst yvirhøvur við at loysa ymsar tekninskar trupulleikar, men hevur júst boðað frá, at hann fer at gevast í Darfur, tí hann fær ikki fíggig til arbeiðið har.