Týsk hjún dømd fyri njósning

Ein dómstólur í Týsklandi hevur dømt eini hjún fongsulsrevsingar, tí tey í eini 20 ár hava njósnast í Týsklandi fyri russisku trygdartænastuna.

Hjúnini, sum hava arbeitt við kodunøvnunum Andreas og Heidrun Anschlag, byrjaðu virksemi sítt í gamla Vesturtýsklandi í 1988, og var tað sovjetska KGB, ið syrgdi fyri at fáa tey í gongd.

Tey hildu síðani fram við at lata russisku fregnartænastuni, SVR, kunning og upplýsingar av ymsum slagi, eitt nú loyniligar upplýsingar um viðurskifti hjá NATO og ES við Eystur-Europa og Mið-Asia.

Andreas Anschlag arbeiddi í bilídnaðinum og Heidrun Anschlag var at síggja til heimagangandi húsmóður. Tey eiga eina dóttir, sum einki kendi til dupultlívið hjá foreldrunum, vita týskir miðlar at siga.