Týsk ferðafólk fingu stóran kalva

Ferðafólk kunnu leiga bát í Porkeri, og herfyri lá væl fyri hjá týskarum.

Í Porkeri hevur í nøkur ár borið til hjá ferðafólki at búgva og eisini leiga bát, um áhugin stendur til fiskiskap.

 

Hetta hevur riggað væl, og áhugin hevur verið stórur. Í fleiri ár hava nógv ferðafólk vitjað í Porkeri fyri at sleppa at royna seg í báti og at royna fiskieydnuna.

 

Herfyri lá væl fyri, tá týsk ferðafólk royndu fiskieydnuna við tráðu.

 

Tað eydnaðist at fáa stóran kalva innanborða.  Kalvin var 180 cm og vigaði 70 kilo.

 

 

 

Mynd: John F. á Løgmansbø