Kósin, Klaksvík: Í einum enda av bryggjuni standa í plattavís av pakningi, klárir at hiva umborð á trolaran.
Umborð á skipinum eru tveir kranar í ferð við at taka ymiskt við umborð, sum krevst til ein langan túr, - útgerð, sum ikki livst fyriuttan: Trol, pakkitilfar, eykalutir og mangt annað.
Við landgangin standa tveir menn og práta saman. Tað er skilligt, at hetta eru menn sum hava stóran áhuga fyri fiskivinnu og útlitum fyri at Skálaberg skal gera enn ein góðan túr.
Saman við øllum hinum arbeiðunum á bryggjuni gongur sjón fyri søgn, at vit eru stødd við eitt av vinnuligu knútapunktunum í Føroyum.
Í góðari tíð
Oman móti landganginum kemur nú ein maður gangandi. Hann nærkast hesum báðum monnunum. Tað er skilligt at hann ætlar sær umborð. At hann skal við henda túrin, sum byrjaði í gjárkvøldið.
Jóhan Fróði Mørkøre hevur í orðsins sanna týdningi pakkað sær tað niður í sekkin, sum hann skal hava við sær og sum krevst til ein túr.
Nú kemur hann so spentur gangandi við sekkinum á herðunum.
Ætlanin er at fáa alt hetta inn í koyggjuna, og síðani fáa tað pakkað út í góðari tíð.
Jú, eg ætli mær at gera alt klárt nú, tí so sleppi eg undan at hugsa um alt hetta í kvøld, sigur Jóhan.
Á verksmiðjuni
Jóhan fer yvir móti landganginum, men verður steðgaður á vegnum. Eitt umboð fyri tíðindatænastuna vil fegin skifta orð við hann um henda komandi túrin.
Ætlanin er at leggja til brots nakrar tímar seinni og síðani seta kósina móti Barentshavinum.
Har fara vit at royna eftir toski, upsa og hýsu, sigur Jóhan, ikki sørt spentur.
Øll manningin er spent undan einum slíkum túri. Øll ynskja góðan fiskiskap og skjótan túr.
Sum ein av teimum á verksmiðjuni umborð ynskja Jóhan og allir hinir eisini, at nógvur fiskur kemur umborð og at alt fer at rigga so sum tað skal.
Á seinasta túrinum var eg vaktarmaður, sigur hesin 51 ára gamli sjómaðurin.
Besta verksmiðjan
Jóhan kennir væl til sjólívið, tí júst tað hevur verið ein stórur partur av lívi hansara.
Hann hevur eisini verið ein stóran part við sama reiðaríi m.a. við tveimum Sundabergum og Sjúrðabergi.
Framburðurin á tí tøkniliga økinum hevur somuleiðis verið trolarum av slíkum slagi fyri. Og við hesi menningini eru umstøðurnar hjá manningunum eisini betraðar almikið.
Tað veit Jóhan eisini at siga frá. Tí, sum hann sigur: Skálaberg er eitt gott arbeiðspláss.
Hetta er tann besta verksmiðjan sum eg havi arbeitt við. Hon er eisini sera væl útgjørd.
Her er møguleiki at gera ymiskar porsjónir við fløkum, og tað er ein av teimum møguleikunum sum eru skaptir umborð á hesum nýggja Skálabergi.
Vit hava alt
Eins og vanligt hevur verið umborð á fiskiskipum gjøgnum allar tíðir, so er manningin í ymiskum aldri.
Í so máta er Skálaberg einki undantak: Har eru bæði yngri fólk og meiri tilkomið.
Og her hoyri eg uppí teir eldru umborð, sigur Jóhan sum verður 52 seinni í summar.
Hóast aldursmunin í manningini so hevur tað einki at siga fyri samanhandlið umborð.
Vit arbeiða allir sera væl saman, sigur hann.
Á frívaktunum so brúka menn tíðina til ymiskt. Sovast skal sjálvandi, men annars hevur Skálaberg ein hóp av møguleikum hjá manningini at stytta sær um stundir við.
Umborð er bæði teldu-cafe, ein sauna og eitt kondirúm við vektum og tílíkum.
Jú, tað er væl útgjørd í so máta. Sum tú sært, - vit hava alt!, sigur Jóhan.
Slappi av tá eg eri heima
Jóhan Mørkøre hevur verið við Skálabergi í nærum eitt ár, og tað hevur honum dámað sera væl.
Teir komu aftur av seinasta túrinum í farnu viku, og løgdu so frá landi aftur í gjárkvøldið um 9-tíðina.
Ójavnt er eisini, hvat menn brúka hesar frídagarnar til. Hjá mongum bíðar familjan við spenningi eftir manni og pápa, meðan aðrir eisini geva sær tíð at røkja bátin og onnur slík áhugamál.
Men tað ger Jóhan einki av. Hann ger bara tað eina:
Noy, eg skal siga akkurát sum er: Tá eg eri heima, so slappi eg bara av.