Týsdagsjazzur á Hvonn

Hvørt týskvøld er livandi tónleikur á Hvonn. Talan er um jazz tónleik, og komandi týskvøld verður enn einaferð jazzur á skránni. Talan er um Lounge jazz tónleik, ið ofta er lættari jazz tónleikur við góðum rútmum og tónleikarum.

 

Týskvøldið 27. januar verður danin Rune Thorsteinsson at hoyra á Hvonn. Rune er klaverleikari og fer hann at spæla saman við songkvinnuni Onnu Katrinu Petersen. Anna Katrina Petersen er hálvur føroyingur og býr í Tórshavn, har hon millum annað undirvísir í Musikskúlaskipanini. Hon hevur áður spælt á Hvonn við millum annað tónleikarum sum Leivi Thomsen og Bjarka Meitel. Eisini hevur hon sín egna bólk, sum í løtuni eru í upptøkuhølum við nýggjari fløgu.

 

Rúni er klaverleikari. Hann er útlærdur frá tí Rútmiska konservatorienum í Keypmannahavn, og spælir hann dagliga við fleiri ymsum bólkum. Hann hevur viðvirka á einum hópi av fløgu útgávum, harav fleiri hava vunnið virðislønir bæði í Danmark og aðrastaðni.

 

Rúni hevur seinasta árið eisini undirvíst á rútmiska konservatoriinum í Keypmannahavn, og tá ið hann ikki spælir klaver, so skrivar hann tónleik til millum annað filmar. Til ber at lesa meira um Rúna á www.runethorsteinsson.dk

 

 

Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.