Týsdagin fer hann at taka eitt ódnartak

Øll eru vælkomin niðan á Oyggjarvegin at heppa

Týsdagin fer Jákup Petur Eliassen at súkkla Everesting. Hugtakið ein Everesting er sera einfalt: Tú finnur tær eina brekku og súkklar brekkuna umaftur og umaftur, til tú hevur súkklað 8.848 metrar í mótbrekku.

Og 8.848 er nettupp hæddin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest. Men tað skal súkklast út, so so tað er eingin hvíld ímillum.

Og Týsdagin fer 41 ára gamli Jákup Petur Eliassen at royna ein Everesting saman við øðrum. Hann hevur valt sær brekkuna frá Autoservice niðan á Kleynsvarða á Oyggjarvegnum og tað brekkuna skal hann so súkkla 42 ferðir fyri at røkka hæddina á Mount Everest.

Í hesum sambandi fara sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, SST, og Tórshavnar Kommuna, at skipa fyri einum súkklutiltakið har øll, ung sum eldri, hava møguleika at súkkla saman við Jákup Peturi og øðrum súkklarum.

– Øll kunnu vera við og allar súkklur kunnu nýtast, tað er tað er einki krav um, hvussu ofta tey, sum eru við, súkkla ígjøgnum brekkuna. Og tað kostar einki at vera við, siga tey í tíðindaskrivi.

Men tey, sum ikki hava hug at súkkla, eru eisini vælkomin heppa á tey, ið royna seg. Í sambandi við tiltakið, sum byrjar klokkan 16 týsdagin,verður ymiskt at skránni, eitt nú fara Signar í Homrun og Ingi Poulsen at syngja og spæla og súkklarar frá Team Rynkeby verða eisini við og okkurt ábit verður eisini.