Í Kina sýta Luo Baigen og kona hansara framvegis fyri at flyta úr húsunum, hóast tey standa mitt á einum motorvegi í býnum Wenling. Orsøkin er, at tað almenna vil ikki rinda tað, sum hjúnini krevja i endurgjaldi fyri at fara úr húsunum.
Tann 67 ára gamli Luo Baigen og konan vóru liðug at byggja húsini í 2007. Byggikostnaðurin var 550.000 krónur. Men tá staturin vildi hava húsini burtur, vildi hann bara lata hjúnini fáa 205.000 krónur í endurgjaldi. Tá tey ikki vildu taka av, hækkaði staturin endurgjaldið upp í 240.000 krónur, men Luo og konan søgdu framvegis nei.
Sambært tíðindastovuni AP bera Luo Baigen og konan nú ótta fyri, at tað almenna sendir nakrar maskinur at bróta húsini niður, tí tað er hent fleiri ferðir fyrr, siga tey. Fyri at forða tí hava tey bæði gjørt av at sova í hvør sínum enda á húsunum.
Motorvegurin, sum húsini nú standa á, var liðugur síðstu viku, men so leingi Lou Baigen og konan búgva á vegnum, verður hann ikki latin upp fyri ferðslu. Og eingin veit, nær tað verður, skivar AP.










