Tørvurin til sinnisveik er ovurstórur

? Tað eru 40 sjúklingar á psykiatrisku deild, sum ongastaðni hav at fara, og sum kundu verið útskrivað. Men tey hava brúk fyri góðum umstøðum, sigur Svenning á Lofti, formaður í Sinnisbata. Hann metir, at húsini, sum vórðu keypt í Sandavági til at brúkast til sinnisveik, eiga at vera brúkt til hetta málið ella noyðist landsstýrismaðurin at keypa tey av eini aðrari játtan

? Vit hava bíðað eftir eini avgerð í hesum málinum leingi nú. Vit hava spurt eftir málinum, tí onki er hent, og vit hava biðið um fund bæði við Bill Justinussen og løgmann, fyri at fáa greiði á, hvat skal henda, sigur Svenning á Lofti, formaður í Sinnisbata.
Málið, Svenning á Lofti, sipar til er málið um húsini í Sandavági, sum skuldu brúkast til sambýli til sinnisveik.
? Vit gleðast yvir, at hetta tykist at vera komið uppá pláss, men vit halda, at tá húsini eru keypt til hatta endamálið, so eiga tey at brúkast til tað, heldur formaður í Sinnisbata.
Nógv rumbul hevur verið á hesum økinum. Fyri tað fyrsta var tað, at toga var um málsøkið millum Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin, og fyri tað næsta, so eru tey fleiri fólk, sum hava sagt upp júst á hesum økinum.
? Tað vóru nógv, sum søgdu seg úr starvi. Bara ein er sett, og tað er fyri Jákup Foldbo. Ongin er settur fyri Hildu Viderø, sum var samskipari av sosialpsykiatriini, og hon fór úr starvi 1. mars í ár.
Svenning á Lofti vísir á, at nú er ongin at samskipa hetta økið, og tað eru tey í Sinnisbata ógvuliga hørm um.

Til sinnisveik

Svenning á Lofti sigur, at tað má vera ein misskiljing, tá Páll á Reynatúgvu sigur, at hann ætlar at brúka húsini til okkurt annað - møguliga til sambýli fyri menningartarnað ella heilaskadd.
? Páll á Reynatúgvu kann ikki brúka pengar, sum eru settir av til sálarsjúk til endamál. Tað haldi eg ikki kann lata seg gera. Eru húsini keypt til sálarsjúk, so skulu tey brúkas til tað. Um ikki, so skal landsstýrismaðurin keypa tey við pengum, sum eru játtaðir til menningartarnað ella heilaskadd, heldur Svenning á Lofti.
Formaður í Sinnisbata vil gera vart við, at tørvurin á einum slíkum heimi er ovurstórur. Og er hesin tørvurin uttan iva nógv størstur í miðstaðarøkinum.
? Sjálvt um tørvurin ikki er so stórur beint í Vágunum, so haldi eg ikki, at húsini skulu brúkast til nakað annað fyri tað. Men tørvurin er so stórur, at tað eru 40 fólk á psykiatrisku deild, sum væl kundu verið skrivað út, um tey fingu okkurt at búgva í, greiðir Svenning á Lofti frá. Hann leggur afturat, at sálarsjúk kunnu ikki bara proppast, hvar sum helst. Tey mugu hava góðar umstøður, sum eru bygdar til endamálið.

Ov dýrt

Í juni í fjør var ein nevnd sett, sum gjørdi eina ætlan um bygging av einum sambýli til sinnisveik í Havn. Henda ætlan varð løgd fram fyri landsstýrismannin í Almannamálum, Páll á Reynatúgvu.
? Tað einasta Páll á Reynatúgvu segði var, at tað var ov dýrt, og málið var lagt á hillina, og onki varð gjørt. Men sjálvur haldi eg ikki, at húsini vóru ovmikið dýr.
Sum er nú, er onki pláss til sinnisveik.
? Sinnisbati harmast stórliga um, at ongin samskipari er settur á sosialpsykiatriina Og vit vilja inniliga heita á avvaraðndi myndugleikar um at fáa hetta loyst, sum skjótast, sigur Svenning á Lofti, formaður í Sinnisbata.