Arbeiðsmegi
Vinnuhúsið hevur gjørt eina kanning, sum lýsir, hvussu stórur tørvurin á arbeiðsmegi er - innan hvørji øki hann er, og hvar í landinum tørvurin er.
- Fyri sløkum mánaði síðani vístu vit á, at tørvurin á arbeiðsmegi í Føroyum er stórur. Til tess at fáa tøl um veruligu støðuna, hava vit havt samband við 49 virkir kring landið. Av hesum eru 23 virkir innan virking av fiskavørum, 17 innan byggivinnuna og 9 innan annað virksemi.
Munandi tørvur
Vinnuhúsið vísir á, at hóast tølini skulu takast við ávísum fyrivarni av tí, at talan er um lutfalsliga fá virkir, vísa tølini kortini týðiliga, at tørvurin á arbeiðsmegin kring landið er stórur.
- Tørvurin á arbeiðsmegi er størstur innan fiskaídnaðin, men hann er eisini stórur í byggivinnuni.
Vinnuhúsið vísir á, at ein ávísur munur er á tørvinum í Havn og uttanfyri Havnina.
- Innan byggivinnuna uttanfyri Havnina vanta helmingurin av virkjunum arbeiðsfólk, meðan triðingurin av virkjunum í Havn vanta fólk.
Arbeiðsávísing
Vinnuhúsið spurdi eisini virkini, um tey høvdu søkt eftir fólki og við hvørjum úrsliti.
- Tey flestu virkini, sum vantaðu fólk, høvdu vent sær til ávísingina hjá ALS, og fleiri høvdu eisini roynt lýsingar í bløðunum. Ymiskt var, hvussu hetta hevði eydnast, men felags fyri øll hesi virki var, at tey ikki høvdu fingið neyðugu fólkini frá ALS, og at tey annars vóru samd um, at ávísingin hjá ALS ikki virkar yvirhøvur.
Talið: 43%
Samanlagt vantaðu 43% av virkjunum, sum Vinnuhúsið setti seg í samband við, arbeiðsmegi.
- Lítið er at ivast í, at hetta tarnar teirra virksemi og soleiðis eisini menningini - bæði av einstaka virkinum, men eisini av samfelagnum sum heild, heldur Vinnuhúsið.