Tørvurin hjá teim rørslutarnaðu greinast

Arbeiðsbólkur er settur, sum skal lýsa á hvønn hátt vit í Føroyum kunnu nøkta tørvin á viðgerð, eftirviðgerð og venjing til tey mongu rørslutarnaðu kring landið

Eftir, at Meginfelag Teirra Brekaðu og onnur sjúklingfeløg fleiri ferðir hava gjørt vart við, at tað er ein stórur trupulleiki, at eingir samskipaðir viðgerðar- og venjingarmøguleikar eru til mongu føroyingarnar, sum bera ymisk rørslubrek, er ein arbeiðsbólkur settur at greina út tørvin í Føroyum. Bólkurin skal eisini greina út, hvussu almanna- og heilsuverk og skúlaverk kunnu samstarva um spurningin. Hetta stendur at lesa í nýggjasta eintakinum av Nýrit, ið er kunningarskriv frá Miðfyrisitingini í Føroyum.

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er at lýsa, hvussu samansetingin er millum rørslutarnaðar føroyingar viðvíkjandi aldri, sjúkum og øðrum tilburðum, ið elva til rørslubrek millum føroyingar. Ein meting skal gerast um, hvussu talið og samansetingin verður nøkur ár fram í tíðini.

Sum ivaleyst tann týdningarmesta uppgávan, skal arbeiðsbólkurin lýsa, á hvønn hátt vit í Føroyum kunnu nøkta tørvin á viðgerð, eftirviðgerð og venjing á besta og á bíligasta hátt.

Ætlanin er, at heilsuverkið og skúlaverkið skulu samstarva á hesum øki, og tí skal bólkurin lýsa á hvønn hátt almanna- og heilsuverkið og skúlaverkið kunnu samstarva um at loysa henda tørv við atliti til, at bæði almanna- og heilsuverkið og skúlaverkið hava avmarkaða fíggjarorku at ráða yvir. Umframt at meta um, hvønn leiklut privatir terapeutar skulu hava á økinum.

Í arbeiðsbólkurin eru umboð fyri Almanna- og heilsumálastýrið, Undirvísingar- og mentamálastýrið, Meginfelag Teirra Brekaðu og Fysioterapeutfelagið. Bólkurin hevur havt sín fyrsta fund. Í viðtali í Sosialinum fyri tveimum vikum síðani segði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, at bólkurin skal verða liðugur við tilmælið 1. des., og áðrenn bólkurin er liðugur, kann hon ikki siga nakað um, hvørjar møguleikar tey rørslutarnaðu kunnu vænta sær.

Á fíggjarlógini næsta ár eru pengar ikki oyramerktir til hetta endamálið.

- Eftir, at vit hava fingið eitt útspæl og eitt uppskot um, hvussu vit fara fram, skulu vit hava eitt politiskt orðaskifti um, hvussu vit útvega neyðugu fíggingina. Spurningurin er, um talan verður um virksemi, sum kann fíggjast innan fyri karmar, vit hava framman undan, ella um tað verður nýtt virksemi burturav, segði landsstýriskvinnan í viðtalinum.

Málið er nú komið á dagsskránna og á borðið hjá landsstýriskvinnuni, løgmaður staðfesti í røðu síni á ólavsøku, at vit eiga at seta fulla orku á betri uppvenjingar til rørslu- og menningartarnað í Føroyum, ein arbeiðsbólkur er farin til verka, og nú er bert at brynja seg við toli, og bíða eftir tilmælinum og avgerðini hjá landsstýriskvinnuni.