Tørvur á slíkum hotelli

Ása Johnsdóttir er forkvinna í Gistingarhús- og matstovufelagnum og hon sigur, at tørvurin á kømurum er stórur summarhálvuna, og tí heldur hon ætlanina um nýggja flótihotellið vera spennandi.

– Frá mai til juni og august til september er stórur tørvur á kømurum, og tí er tað sjálvandi gott við einum hotellið aftrat. At tað so verður flutt út á sjógv ger tað bara meiri spennandi, og í føroyskum samanhangi er talan um nýhugsan á økinum, sigur Ása Johnsdóttir.
Ása Johnsdóttir sigur, at hon ikki sær nakran vanda ella vansa við hesum hotellinum. Hon heldur hinvegin, at tað áhugavert at tað verður hugsað í øðrvísi banum, enn vit vanliga gera í Føroyum.