Tørvur á røktarheimsplássum

Í fyrra lesarabrævi mínum um eldraøkið umrøddi eg stóra tørvin á nýggjum eldrasambýli í Kollafirði. Hettar fyri at seta ljóskastaran á eitt ávíst økið, har tørvurin er eyðsýndur.

Tørvurin á betringum innan eldraøkið er tó um alla kommununa. Vit hoyra javnan um neyðina at fáa pláss á røktarheimum, men tænastan er ikki før fyri at nøkta tørvin. Hettar elvir sjálvandi til stórar frustratiónir bæði hjá brúkarum, starvsfólki og avvarandi.  

Ein avleiðing av vælferðarsamfelagnum er, at vit hava tað betri og tískil liva longri. Sambært heimasíðuni hjá kommununi, so eru vit nú áleið 5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvørt fólk á eftirløn. Í 2030 vera vit 3 fyri hvørt. Fyri at vit sum samfelag skulu kunna lofta hesi avbjóðing, so mugu vit hava langskygdar loysnir beinanvegin. Tað eru einans 10 ár til 2030, og tænastan skal mennast eitt vet skjótari enn vøksturin av brúkarunum, so klárt er at taka ímótur.

##med2##

Á torshavn.fo verður upplýst, at tað eru 203 røktarheimspláss í kommununi. Tørvurin er væl størri enn hettar, og ein meting kann vera, at vit hava brúk fyri 270 plássum, fyri at nøkta tørvin sum hann er í dag. Um vit í framtíðini verða 40% færri í starvi per eftirlønartakara, so hava vit, alt annað líka, brúk fyri áleið 380 røktarheimsplássum tá. Tí skulu vit í gongd við at langtíðarplanleggja bygging av 180 røktarheimsplássum í kommununi sum skjótast. Hettar skal gerast rætt og effektivt, so at tað í síðsta enda vera góðar umstøður hjá bæði brúkarum og starvsfólki.

Hettar talið á 380 kann sjálvandi broytast, um onnur tilboð koma, sum betra um møguleikarnar hjá teimum eldru at vera verandi heima. Nýggji umlættingar og rehabiliterings depilin, Urd, byrjar skjótt at taka ímótur, og tað kann hjálpa uppá støðuna hjá nógvum, so tey varveita førleikarnar at klára seg sjálvi longri.

Eitt samfelag sum ikki klárar at taka sær av teimum veikastu er eitt fátækt samfelag. Vit hava arva samfelagið frá okkara eldru samborgarum, og ment tað víðari. Vit hava skyldu at menna tað, so rúm er fyri, at tey skulu hava eitt gott lív á ellisárum.

Eg vil gjarna geva mítt íkast til, at talið á røktarheimsplássum verður nøktandi nú og í framtíðini.

 

Set X við Niels á Reynatúgvu til býráðsvalið.