Tørvur á lungnafelag

- Vit kenna á okkum, at tørvur er á einum Lungnafelag í Føroyum, sum kann stuðla arbeiðinum við fyribyrgjan, tað er helst í hernað ímóti tubbaksroyking og luftdálking annars sum heild, at stuðla kanningum gransking av lungnasjúkum, at geva tí einstaka, sum verður raktur av lungnasjúku, møguliga fíggjarligan styrk til viðgerð, møguliga umbyggin av heiminum fyri at lætta um. Vit vóna góða undirtøku segði Jón á Steig, yvirlækni á fundi í Havn í gjár, í sambandi við ætlan at seta á stovn lungnafelag í Føroyum. Hann segði:

»Heilt upp til okkara dagar hava vit føroyingar, tá talan dettur niður á lungnasjúkur, fyrst of remst hugsað um tuberklarnar, sum vóru ein hervilig og ofta deyðilig sjúka fyrstu 2-3 ártíggjundini í hesi øldini. Fyrrverandi landslæknin Hanus Debes Joensen skrivaði í Fróðskaparritinum 5. bók 1956 um tuberklarnar í Føroyum tøl eru frá árunum 1876 til og við 1955.

Síðani 1951 og til og við 1997 hava vit eftirkannað allar tuberklafráboðanir.

1908 varð Sanatoriið (Bróstsjúkrahúsið) í Hoydølum bygt, rúmaði 32 sengur.

1932 varð bygt nýtt hús, Nýggjahús, við 32 sengrum, so nú vóru íalt 54 sengur.

1927 varð TB-bygningurin við Dronning Alexandrines Hospital bygdur við 20 sengrum til viðgerðar av tuberklasjúku, sum var aðrastaðni enn í lungunum.

1928 til 40 høvdu vit Barakkirnar fyri børn vestan fyri niðanfyri Dronning Alexandrines Hospital við 20 sengrum, sum var opin frá 01.03-31.10. So íalt vóru 94 sengur til tuberklasjúk fólk í Føroyum hesi árini.

1928 varð Tuberklastøðin sett á stovn.

Í 1924 varð Føroya Felag móti tuberklasjúku stovnað og var tað hetta felagið, sum bert 3 ár seinri varð við til at byggja TB-bygningin.

1939 fingu vit lógina um tvungna tuberklakanning av fiskimonnum.

1946 varð byrjað at BCG-vaccinera (Calmette-vaccinera).

Eftir hetta átak/ódnartak móti tuberklasjúkuni fækkaðu tuberklatilburðirnir um miðjan hesa øld og í 1962 varð Sanatoriið latið til Studentaskúla og ein tuberkladeild við Landssjúkrahúsið varð bygd við 16 songjarplássum, tað er eystari endin av svørtu barakkini. Hesi songjarplássini eru seinni latin til madisinsku deildina.

Seinastu 20 árini hava verið bara heilt fáir, frá 0 til 2 tilburðir av lungnatuberklum. Heilivágurin er í dag so mikið góður, at fólk gerast smittufrí eftir 2-3 vikum nýtast ofta ikki at verða innløgd.

Lógin um tuberklakanning av fiskimonnum varð avtikin miðjan 1980-ini og givið varð at BCG-vaccinerað øll, eisini um miðjan 1980-ini.


Hvat er so arbeiðið á einari Lungnaklinik (TB-støð) í dag?

Fyrst og fremst kronisk bronkitis.

Atvoldin til hesa sjúku er í alra flestu førum tubbaksroyking og at vit roykja í Føroyum og byrja tíðliga er staðfest við kanningum av skúlaungdómi í 9. flokki, har føroysk børn royktu mest samanborið við 25 onnur vesteuropeisk lond og eisini byrjaðu tíðliga og royktu hvønn dag eftir 13 ára aldurin.

Cancer í lungunum:

Atvoldin til cancer er eisini oftast tubbaksroyking og flestu lungna-cancersjúklingar hava árini framman undan havt kroniskan bronkitis. Tíðleikin av lungnabrakka økist nógv í Føroyum hesi seinru árini.

Asthma:

Er ein av sjúkunum sum lungnaklinik í dag arbeiði við. Tíðleikin av hesi sjúku er tví- til trífaldaður hesi bæði seinastu mannaminnini og vísa kanningar í norðanlondum og vestureuropa at um 6-8% av fólkinum hava hesa sjúku.

Allergi:

Nýggir asthmasjúklingar verða allergikannaðir á Lungnaklinikkini, um teir ikki eru tað framman undan. Undir allergiskar sjúkur (ovurviðkvæmissjúkur) hoyrir hoyfepur, har tíðleikin er eini 12-18%, notusjúka sum nakar eini 18-20% og barnaeczem sum økist í stórum og tíðleikin er nú 10-12%.

Lungnafunktiónsmátingar við alt neyvari tólum verða gjørdar á Lungnaklinikkini.

Viðgerð og eftirkanning av tuberklasjúklingum og kanning av teirra avvarðandi er sjálvsagt eisini arbeiðsøkið hjá Lungnaklinikkini.


Nevndi at Føroya Felag móti tuberklasjúku varð stovnað 1924. Alt, sum tuberklahóttanin er minkað, eru sjálvsagt uppgávurnar hjá hesum felag minkaðar.

Stóri vandin í dag tykist okkum vera tubbaksroyking og tær harav standandi sjúkurnar: kronisk bronkitis og lungnacancer. Harumframt er at nevna astma og emfysem (»stór lungur«), sum hoyrandi til tær stóru og oftast invaliderandi lungnasjúkurnar.

- Vit kenna tí á okkum, at tørvur er á einum Lungnafelag í Føroyum, sum kann stuðla arbeiðinum við fyribyrgjan, tað er helst í hernað ímóti tubbaksroyking og luftdálking annars sum heild, at stuðla kanningum og gransking av lungnasjúkum, at geva tí einstaka, sum verður raktur av lungnasjúku, møguliga fíggjarligan styrk til viðgerð, møguliga umbygging av heiminum fyri at lætta um.

Vit vóna góða undirtøku.