Tørvur á listaskúla

Týsdagin hevði Sosialurin grein um eina verkætlan hjá arkitektinum Ninu Alberg Arge um listaskúlan á Sandi. Páll hevur bjóðað henni til Sands mánadagin at sýna fram verkætlanina. Hann vónar, at listaskúlin verður veruleiki áðrenn alt ov leingi.
- Vit mugu stuðla alt, sum ikki einans er hørð framleisla, sigur Páll á Reynatúgvu

LISTASKÚLIN

Páll á Reynatúgvu er borgarstjóri á Sandi. Hann hevur allatíðina verið heitur talsmaður fyri at gera listaskúlan til veruleika.

Hann hevur sum borgarstjóri ein lokalan áhuga í at fáa listaskúlan til Sands, tí at tað kundi fingið sera jaliga ávirkan á økið.

Sum landspolitikari og løgtingslimur sigur Páll:

- Eg hugsi fyrst og fremst um at fáa listaskúlan til veruleika, tí at tað er neyðugt fyri alt Føroya land.

-Vit mugu fjálgað um umhvørvið hjá listini, og ein listaskúli hevði verið eitt spark frameftir fyri listina.

Hóast hansara grundgevingar fyri listaskúlanum eru landspolitiskar, so hugsar hann eisini um tað ávirkan, ið listaskúlin fer at gera í Sandoynni:

- Tað hevur sjálvandi nakrar jaligar ringvirkningar fyri Sandoynna, og tað verður sjálvandi meira Cash-flow í økinum.

Sandoyggin ein partur av meginøkinum
Um undirsjóvartunnilin til Sandoynna kemur, verður einans 20 minuttir úr Havn til Skopun. Tí kanst tú veruliga siga, at Sandoyggin verður ein partur av meginøkinum, um tunnilin verður veruleiki um nøkur ár.

- Við undirsjóvartunnilinum verður tað stutt at koyra til Havnar, og tí verður eingin trupulleiki hjá fólki at koma til og frá listaskúlanum, hóast tey búgva aðrastaðni, sigur Páll.

- Tað kann eisini gerast ein fyrimunur hjá okkara yrkislistafólki, um tey fáa møguleika at undirvísa í skúlanum. Tað hevði uttan iva verið ein spennandi avbjóðing hjá teimum at sloppið at lært frá sær og givið íblástur heldur enn altíð at skapa sjálvi.

Tað hevur verið tosað um, at listaskúlin skal verða ein verulig førleikaútbúgving uppá tvey ár ella ein háskúla uppá ½ ella 1 ár.

- Eg haldi, at um vit gera ein listaskúla, so skal tað vera ein verulig førleikaútbúgving uppá 2 ár. So kunnu føroyingar nýta skúlan sum eina lopfjøl til at koma til teir størru listaskúlarnar í Evropa. So kunnu teir eisini møguliga byggja víðari uppá útbúgvingina í Føroyum, sigur Páll.

Vil ikki leggja eftir samgonguni
Ætlanin við listaskúlanum sær út til at vera sett til síðis av samgonguni, men kortini vil Páll á Reynatúgvu ikki leggja eftir henni fyri at hava fingið ov lítið burtur úr á hesum øki:

- Eg, saman við nógvum øðrum, var sjálvandi vónbrotin, tá ið landsstýrið ikki setti nakrar pengar til síðis til listaskúlan. Vit høvdu vóna at teir fóru at arbeiða víðari við tað ætlan, sum vit ( undanfarna samgonga; Blaðm. ) byrjaðu uppá.

- Men eg havi sjálvur sitið í samgongu, og eg veit, hvussu torført tað kann vera at tingast um krónurnar, og onkrastaðni má skerjast. Tí vil eg ikki leggja eftir samgonguni fyri at raðfesta sum teir gera.

- Tó skal tað sigast, at um eg sat í samgongu, so hevði eg arbeitt fyri at gjørt listaskúlan til veruleika.

Gráta um eina ókappingarføra fiskivinnu
Tað verður nógv tosað um, at føroyingar mugu finna aðrar inntøku keldur, tí at framtíðarmarknaðurin fer ikki at vera so nógv bygdur á rávøru. Mestsum allur útflutningur úr Føroyum er rávøra, og tað er vorðið torført at kappast við menningarlond sum Kina, sum hava eina bíligari framleiðslu tilgongd

- Vit kunnu ikki blíva við at gráta um eina fiskivinnu, sum er knapt so kappingarfør. Tað eru fáir møguleikar í Føroyum. Vit liva av fiski nú, og tað fara vit eisini at gera frameftir. Tó haldi eg, at tað er týdningarmikið, at vit arbeiða fram ímóti at gera okkum meira leys av náttúrutilfeinginum, tí at tað er ein svikalig inntøka, sigur Páll.

- Vit mugu hugsa frameftir. Landsstýrið eigur at stuðla einari viðbreknari vinnu, sum er á veg fram. Lista-vinnan hevur tørv á stuðli og karmum, og skjótt kann tað gerast ein inntøkukelda hjá okkum. Føroyar skifti skjótt frá búnaðarvinnu til fiskivinnu. Tað kann eisini henda, at vit skifta eins skjótt frá fiskivinnu til vitanarvinnu.

- Vit mugu stuðla allari framleiðslu, sum ikki er hørð framleiðsla, tí at tað er framtíðin. Vit kunnu samanbera tað við kvinnustríðið. Kvinnurørslan hevði ikki klárað at vunnið síni rættindi, um tær ikki fingu stuðul frá tí breiða samfelagnum. Á sama hátt eigur vinnan og landsstýrið at stuðla hesari nýggju vinnuni.