Keypssamtøkuhandlarnir koma ikki undir undantøkini í nýggja lógaruppskotinum, sum í løtuni er til hoyringar, áðrenn tað verður lagt fyri tingið.
Uppskotið sigur, at undantøkini eru handlar, ið selja gerandisvørur og sum hava eitt sølupláss, sum er minni enn 250 fermetrar. Undantøkini kunnu hava opið altíð, bæði um næturnar, í vikuskiftum og á heilidøgum, meðan matvøruhandlar, ið eru størri enn 250 fermetrar, skulu vera stongdir frá leygarkvøldið kl 23 til mánamorgun kl 06. Teir stóru handlarnir hava sostatt ikki loyvi at hava opið sunnudagar.
Onkur handilseigari hevur gjørt vart við, at hetta er kappingaravlagandi og at tað líkist ongum, at markið millum undantøk og ikki-undantøk skal vera gólvvíddin á handlinum.
Gott uppskot
Men hóast Keypssamtøkuhandlarnir hjá Finn Nielsen eru so mikið stórir, at teir ikki kunnu hava opið sunnudag, so er hann stórliga fegin um, at skil endiliga kemur á upp? og afturlatingarlógina í landinum.
? Sum tað er í dag, er tað tilvildin sum ræður. Vit hava eina lóg, sum greitt sigur, at bert kioskir við avmarkaðum úrvali av matvørum kunnu hava opið sunnudagar. Men lógin verður als ikki tikin í álvara. Sum er, eru tað eisini rættiliga stórir matvøruhandlar, sum hava opið, hóast tað er ólógligt. Ein nýggj lóg fer at sláa fast, hvat er loyvt og ikki, sigur ein ógvuliga avgjørdur Finn Nielsen.
Longri opið leygardag
Finn Nielsen sigur, at hann avgjørt tekur undir við nýggja uppskotinum, hóast onkur heldur, at tað er kappingaravlagandi. Finn er fullgreiður um, at hann ikki sleppur at hava opið sunnudagar, men hann sigur, at sunnudagarnir ikki eru tað týdningarmesta fyri hann.
? Tað, sum vit veruliga ynskja, er at kunna hava longri opið leygardagar, fyrst og fremst. Tað fara vit at kunna við hesum uppskotinum, og tað er gott, tí tað er stórliga brúk fyri tí. Hyggur tú í handlarnar hjá teimum, sum hava opið leygardag ? hóast teir eftir galdanadi lóg als ikki hava loyvi til tað? so sært tú, at teir hava úr at gera. Fólk ynskja at keypa leygardagar, og tað er bara rímiligt, at tey so eisini sleppa tað, staðfestir Finn.
Finn heldur, at tað er átroðkandi við eini nýggjari lóg, og hann heldur, at hetta er eitt sera gott uppskot.
? Sunnudagarnar kunnu vit altíð fara at tosa um seinni, men leygardagarnir eru tað, sum er mest átroðkandi nú, sigur hann.
Finn sigur, at tað, at Keypssamtøkuhandlarnir ikki koma undir undantøkini, bert hevur praktiskan týdning sunnudagar.
? Tað er einki í kortunum sum bendir á, at vit fara at hava opið sunnudagar allíkavæl, so tað rakar ikki okkum, staðfestir hann.
Hann leggur afturat, at teir handilsmenn sum eru ónøgdir við, at teir framyvir ikki kunnu hava opið sunnudagar, bert eru teir handilsmenn, sum bróta núverandi lóg
Og teimum havi eg ikki so ilt av, sigur Finn.
Hann sigur seg bæði vóna og vænta at uppskotið verður samtykt, soleiðis at tað kann koma i gildi skjótast gjørligt.