Umleið 30 umboð fyri fyritøkur og stovnar, sum hava tilknýti til fiskivinnuna vórðu við á Hotel Føroyum, har tey kundu fylgja við í køkinum frá tí rái fiskurin kom á borðið og til hann lá tilgjørdur á døgurðaborðinum.
Johan Mortensen, ið rekur felagið Baldur, sigur seg vera væl nøgdan við tiltakið. Endamálið við tí var at seta ljóskastaran á tey mongu fiskasløg, sum eru í sjónum kring Føroyar og hvussu vælsmakkandi hesi kunnu verða, verða tey tilgjørd á rættan hátt.
-Eg haldi, at her er so nógvir møguleikar at fáa meira burtur úr fiskinum, at vit eiga at gera alt fyri at menna tilvitanina um, hvussu stórt og ríkt tilfeingi vit í veruleikanum umsita.
Johan Mortensen heldur, at vit føroyingar eiga at gera okkum út til at vera ein matvøruframleiðari heldur enn bert at vera ein fiskivinnutjóð.
Sjálvur heldur hann, at luttakararnir vóru bilsnir yvir at síggja, hvussu nógv kann gerast út fiski og skeljamati. At fiskur eisini væl kann etast ráður og at eisini tari smakkar væl og er góður fyri heilsuna. Hetta var nakað av tí, sum luttakararnir fingu burtur úr tiltakinum, har ikki færri enn 20 sera vælsmakkandi rættir vórðu gjørdir.
-Eg haldi eisini, at hetta seminarið vísti, hvussu stór krøv mugu setast til rávøruna. Ein hugburðsbroyting má til í øllum liðum, so at hugtakið ?Matvøruframleiðari? verður primera útgangsstøðið.
Johan Mortensen sigur, at skeiðið var ætlað sum ein kveikjari og hevur hann skilt, at fleiri av virkisleiðarunum, sum vóru við, ætla at gera nakað líknandi fyri starvsfólki á sínum egnu virkjum so ella so.
-Tað er mín vón, at skeiðluttakararnir vóru nøgdir við dagin saman við Rúna Marvinssyni og at hansara kynstur kennast kveikjandi.
Johan Mortensen dylur ikki fyri, at eitt av endamálunum við hesum tiltaki er at skapa áhuga fyri ætlanini at gera ein gastronomiskan stovn í Føroyum. Hesin stovnur skal kunna vekja ans fyri okkara fiska- og landbúnaðarvørum innan sum uttanlendis.
Ætlanin er í næstum saman við Menningarstovuni at fara undir at kanna umstøðurnar í sambandi við ein slíkan stovn, sum finst í okkara grannalondum.
Johan Mortensen sigur annars, at íslendski kokkurin helst kemur aftur til Føroya í heyst.