Tørvur á fólki at skera við hond

Trý skip landaðu á Tvøroyri mánadagin; í Miðvági er turt gólv

FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen

Djúpvatnstrolararnir, Phoenix og Suðringur, landaðu ávikavist 100.000 og 160.000 pund til Fiskavirking á Tvøroyri mánadagin. Skipini høvdu svartkalva, kongafisk og upsa. Garnabáturin, Anita, var eisini á Tvøroyri mánadagin; teir høvdu 40.000 pund av svartkalva.
Bjarni Hansen, virkisleiðari, sigur, at nakað av fiski lá niðurfyri frá seinastu viku; so tey hava nóg mikið av ráfiski til alla hesa vikuna.
Á Fiskavirking á Tvøroyri hava tey arbeitt hvønn dag, síðan tey byrjaðu aftur, 7. januar.
? Allur svartkalvin verður skorin við hond, og í dag hava vit bara 8 hondskerarar. Pláss er til 20. So, hetta er ein ávísur fløskuhálsur á virkinum.

Ringt at fáa fólk
Bjarni sigur, at teir hava nakrar hondskerarar aftrat, sum vanliga skera svartkalva, men hesir kílaskera flak eisini.
? Vit kundu saktans havt nøkur fólk aftrat, serliga til hondskering. Nú er langt síðan, vit lýstu eftir fólki, men lýsingarnar góvu eingi úrslit, hóast hagtølini siga, at fólk enn eru arbeiðsleys. Vit hava eisini vent okkum til ALS, men heldur ikki har var nakað at heinta hjá okkum.
Virkisleiðarin heldur, at tað ivaleyst er »lættari« at fáa fólk til kílaskering av flaki enn til at skera svartkalva.
? Fingu vit nøkur fólk aftrat, sum kundu kílaskorið, høvdu vit flutt tey, sum eru royndari, aftur til svartkalvan. Tað hevði økt um kapasitetin, sigur Bjarni Hansen.


Turt gólv í Miðvági
Tá ið Sosialurin frætti mánadagin, høvdu tey á Fiskavirking í Miðvági bara fisk til hendan dagin aftrat; siðan verður helst turt gólv nakrar dagar, um ikki okkurt óvæntað stingur seg upp.
Albert Ellefsen, virkisleiðari, heldur, at óstøðuga veðurlagið í seinastuni er høvuðsorsøkin til, at minni fiskur er komin uppá land.
? So, vit vita ikki í løtuni, hvussu langur steðgurin verður, sigur virkisleiðarin.
Tey arbeiddu annars hvønn dag í Miðvági í síðstu viku.