Tørvur er á nýggjum røktarheimi

- Árið hevur verið merkt av afturvendandi avbjóðingum við vantandi búplássum, sigur leiðslan í eldrasamstarvinum Nánd.

 

Eldrasamstarvið Nánd, sum er samstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, hevur almannakunngjørt sína ársfrágreiðing fyri 2018. Stýrisformaður er Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og dagligur leiðari í samstarvinum er Kristina Toftegaard Larsen.

Í Nánd fegnast tey um, at stýrið á fundi í januar í 2018 samtykti at leiga 3-5 búpláss frá Veks-samstarvinum. Avtala varð gjørd við samstarvið um at leiga fýra búpláss.

- Neyðugt er at hava í huga, at samstarvsavtalan við Veks gongur út í mars í 2020, og tí er neyðugt hjá kommununum at loysa avbjóðingina at fáa fleiri búpláss til vega, áðrenn avtalan gongur út.

Í ársfrágreiðingini verður sagt, at Nánd við ársskiftið fekk í boði at leiga eitt búpláss aftrat frá Veks, og í stýrinum vóru tey samd um, at neyðugt varð at taka av tilboðnum. Sostatt leigar Nánd, sum annars hevur 49 búpláss í egnum øki, nú fimm búpláss frá Veks og fýra búpláss frá Ere-samstarvinum.

Eins og greitt varð frá í ársfrágreiðingini fyri 2017, hevur stýrið fyri Nánd ta fatan, at neyðugt er at víðka um talið av búplássum. Leiðslubólkurin hjá Nánd vísti eisini í 2016 á, at tørvurin fyri búplássum í økinum í 2020 fer at verða 67, og at tørvurin er alsamt veksandi.

Tískil vísti leiðslubólkurin hjá Nánd eisini á, at neyðugt er at fyrireika bygging av einum nýggjum røktarheimi í økinum hjá eldrasamstarvinum. - Árið hevur verið merkt av afturvendandi avbjóðingum við vantandi búplássum, tí tørvurin á búplássum er alsamt veksandi.

Í ársfrágreiðingini hjá Nánd verður víst á, at serliga hevur tørvurin á búplássum til borgarar við demsenssjúku fylgt nógv. Ein annar spurningur, ið javnan verður viðgjørdur, er hugburðurin til, hvussu Nánd skal handfara støður, tá annar hjúnafelagin hevur tørv á búplássi.

- Í eini tíð, har trot er á búplássum, er ikki lætt at bjóða hjúnum búpláss, tá bert annar hevur røktartørv. Lagt verður aftrat, at við endan av 2018 vóru sjey fólk á bíðilista, sum eru visiterað at hava tørv á búplássi.

- Harumframt eru fleiri heimabúgvandi, sum javnan hava tørv á umlættingarplássi, siga tey í Nánd í sínari ársfrágreiðing.