Synergi er eitt felag, sum í fyrstu atløgu samskipar og skipar fyri fakligum tiltøkum. Men seinni er ætlanin at tað eisini skal verða breiðari. Hetta sigur Annika Andreasen, sum er ein av stigtakarunum til hetta felagið.
Hon og starvsfelagi hennara, Ása Andreasen, hava báðar nógvar og drúgvar royndir innan fyriskipan og leiðslu í teirra fyrrverandi størvum. Í mong ár hava tær tosað um at byrja okkurt sjálvstøðugt, og í fjør var nóg mikið tosað. Tær gjørdu av, at nú skal tað verða, tí tað nyttar onki at blíva við at útseta.
Úrslitið var sum sagt Synergi, har tær bjóða faklig tiltøk til ymsar málbólkar í samfelagnum, sum tær fyriskipa í neyvum samstarvi við fakfólkini.
? Vit eru ikki serfrøðingar í teimum ymsu fakunum, og tí seta vit okkum í samband við fakfólk, fyri at fáa at vita, hvat hevði verið áhugavert at tikið fram. So seta vit tað saman og bjóða fólki eina skrá, sum vónandi er áhugaverd og fær góða undirtøku, sigur Annika Andreasen.
Tørvur
Hon heldur so avgjørt, at tað er tørvur á einum tílíkum felagi í Føroyum og vísir á, at føroyingar fara so ofta av landinum til skeiðir og víðariútbúgvingar av ymsum slagi. Og hon heldur, at tað eigur at vera ein líknandi møguleiki at fara til skeið av ymsum slagi her í Føroyum.
? Vit vilja fegnar kunna bjóða fólki tílík skeið her við góðsku, sigur Annika.
Fyri framman liggja sum sagt trý tiltøk, og Annika sigur, at fleiri tilmeldingar eru komnar longu, uttan at tær hava gjørt tað stóra fyri at marknaðarføra tey.
Hetta heldur hon, er eitt tekin um, at tørvurin er tilstaðar.
? Vit hava slettis ikki gjørt vart við okkum enn, og kortini hava fólk teknað seg til, so tað er áhugi fyri teimum tiltøkunum, sum nú liggja fyri framman, staðfestir Annika. Hon leggur tó dent á, at um undirtøkan ikki verður nóg góð, so avlýsa tær heldur tiltakið enn at halda tað, tá skeiðsluttøkan ikki er nóg breið.
? Tað verður ikki grundarlag fyri einum breiðum fakligum kjaki, um tað bert eru eini 10 ella 15 luttakarar, sigur hon.
Fjølmiðlafestivalur
Tað fyrsta, sum stendur á skránni, er ein fakfestivalur fyri fjølmiðlaheimin. Hetta er ein heilur dagur, har ljós verður varpað á ymiskt, sum hevur við fjølmiðlar at gera. Uppleggshaldararnir eru allir menn. Hetta eru tær báðar sera harmar um, tí tær høvdu fegnar viljað havt kvinnur við eisini.
? Kvinnur eru líka vælegnaðar, men vit vóru komnar ov langt í fyrireikingunum, áðrenn vit góvu okkum far um, at onki konufólk var millum uppleggshaldararnar, sigur Annika, sum tó fegnast um, at Bjørt Samuelsen stýrir degnum. Sigast skal tó, at teir uppleggshaldararnir, sum eru á skránni, eru allir vælegnaðir.
? Eitt av grundhugskotunum fyri felagnum var at gera fakfestivalar fyri ymiskar fakbólkar. Og valdu vit fjølmiðlar sum tað fyrsta evnið, tí at nettupp fjølmiðlar hava verið so nógv frammi í seinastuni við bæði álitinum, alment innlit og ikki minst Skjót journalistin, greiðir Annika frá.
Tær báðar vita, at ynski er um, at slík tiltøk verða fyriskipað, men ongin hevur tíð ella orku til tað. Og tað er her, at tær báðar koma inn. Tær tosa við fakfólkini um innihaldið og seta eitt tiltak upp við eini spennandi skrá.
Eisini hava tær hugsað sær, at fakfestivalarnir verða eitt árligt afturvendandi tiltak, um undirtøka er fyri tí.
? Á tann hátt verða fleiri fakfestivalar um árið við ymiskum evnum, sum ein so kann venda aftur til árið eftir, sigur Annika.
Útlendskt krydd
Hini bæði tiltøkini eru skeið í ávíkavist einum strategiskum stýriamboði, sum kallast Balanced Scorecard og eitt skeið í børn og sorg. Til bæði skeiðini verða skeiðshaldararnir útlendskir. Til Balanced Scorecard kemur Freddy Agerskov frá Teknologisk Institut og til børn og sorg hava tær báðar fingið ein sera áhugaverdan og spennandi persón at halda skeiðið. Nevniliga tann so kenda norska barnasálarfrøðingin og rithøvundan Atle Dyregrov.
Men tað verður ikki bara Freddy Agerskov, sum kemur at hava orðið til skeiðið um Balanced Scorecard. Føroya Tele og Føroya Sparikassi brúka amboðið og koma umboð frá báðum at greiða frá teirra royndum. Málbólkurin til hetta skeiðið eru serliga fólk innan leiðslu og strategi.
Skeiðið um børn og sorg verður við Atle Dyregrov. Hann hevur drúgvar royndir innan hetta økið og er kendur fyri sítt virksemi, tá tað kemur til børn og sorg ella børn og traumatiskar hendingar.
Eitt nú hevur hann verið við til at orða eina sokallaða tilbúgvingarskipan, sum nógvir skúlar í bæði Danmark og Noregi nýta, tá børn koma út fyri einum ella øðrum, sum kann órógva teirra gerandisdag. Tað kann eitt nú vera sjúka, deyði ella at foreldrini skiljast. Og til hetta skeiðið kann málbólkurin sigast at vera sera breiður, tí tað er fyri øll, sum á ein ella annan hátt arbeiða dagliga við børnum
? Atle Dyregrov sigur, at børn koma ikki so ofta út fyri stórum vanlukkum í teirra lívi, men heldur er tað talan um krisur í tí dagliga hjá barninum, greiðir Annika Andreasen frá.
Vóna tað besta
Annika Andreasen ger annars vart við, at um fólk hava hugskot um onkran persón, sum tey halda hevði verið áhugaverdur at hoyrt, so mugu tey endiliga boða teimum frá. So kunnu tær gera fyrireikingararbeiði so sum at kanna, um málbólkurin er nóg stórur og so framvegis.
? So um fólk brenna inni við hugskotum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fáa gjørt nakað við tað sjálvi, so er bara at seta seg í samband við okkum, sigur Annika.
Nú er hetta felagið so nýtt, og onki tiltak hevur verið. Men tær báðar vóna tað besta fyri felagnum, og at undirtøkan verður góð.
? Onki ber seg uttan undirtøku, men vit eru bjartskygdar, sigur Annika Andreasen.
Meiri fæst at vita um tiltøkini við at fara inn á heimasíðuna hjá Synergi, sum er www.synergi.fo