Tørvandi nummarspjøldur

Tíðinaskriv frá Ferðslutrygd

Fólk, serliga í Havnini, finnast at, at tey illa fáa boðað frá ólógligari prutlkoyring, tí øll prutlini tykjast rættiliga eins, og eingi frámerki eru longur á prutlunum, so tey kennast ikki at. Spurt verður, hví prutlini ikki hava nummarspjøldur longur. Til tað er at siga, at tey spjøldrini, prutlini høvdu, vóru tryggingarspjøldur, latin av Tryggingarfelagi Føroya, og ikki av Bileftirlitinum. Síðani Tryggingarfelagið gavst at nýta hesi spjøldur hava prutlini eingi frámerki havt. Løgreglan upplýsir, at tað hevði verið ynskiligt við nummarspjøldrum.