Tørva moralska sjálvrannsakan

Jústinues Leivsson Eidesgaard, journalistur og rithøvundur, helt røðu á Vestanstevnu um vikuskiftið. Í røðuni viðgjørdi hann eisini heita kjakið um misnýtslu av børnum, sum serliga hevur verið á Facebook seinastu vikuna.

 - Vit eru eitt fantastiskt fólk og hóast tað hava vit eina óvirðiliga fólkasjúku í landinum, har okkara minstu borgarar, børnini, ikki kunnu kenna seg trygg fyri vaksnum, ið hava fingið ein forkvaklaðan sexualitet. Her tørvar okkum eina moralska sjálvrannsakan, segði Jústinus Leivsson Eidesgaard í røðuni.

- Kristin uppaling og siðvenja steðgar ikki slíkum óhugaligum misbrúki. Tað er gleðiligt, at samfelagið nú er vaknað og fer at veita misnýttum børnum tilboð um viðgerð og hjálp. Her til er málið bert hálvt. Misnýtarin sleppur vanliga snikkaleysur ella fær eina súmbolska fongsulsrevsing. Men hann verður ikki tvungin í eina viðgerð og kemur út aftur og er sami vandi fyri børn, sum hann var áðrenn hann fór inn at sita, um hann nakrantíð kemur so lagt.

- Misnýtarin eigur at tvingast í viðgerð, soleiðis at hann ikki er til vanda fyri børn í framtíðini. Og eydnast viðgerðin ikki, verða vit noydd at innisperra hann, til vandin er av. Vit kunnu ikki hava fólk leysgangandi úti í samfelagnum, sum eru ein hóttan móti okkara børnum, segði Jústinus Leivsson Eidesgaard.