Tørva heilsugransking í mun til sosiala støðu

Tølini í nýggju frágreiðingini hjá landslæknanum tosa sítt týðiliga mál. Men vit vita framvegis ov lítið, um hvønn leiklut eitt nú sosiala støðan spælir, tá tað ræður um heilsustøðuna hjá føroyingum
- Vit eiga at gera ein innsats fyri at seta í verk eina skipaða gransking av hesum sambandinum, sigur landslæknin


Nýggjastu tølini frá landslæknanum geva eina rættiliga greiða mynd av, hvussu nógvir føroyingar hava hvørjar sjúkur, og hvørjum teir doyggja av. Men vit vita framvegis lítið og onki um sambandið millum heilsustøðuna hjá føroyingum og teirra liviumstøður annars.
Annar hvør ov feitur
Sum fleiri uttan iva longu høvdu gitt, hava vit lítið at reypa av, tá tað kemur til roykivanar hjá føroyingum. Vit eiga fyrstaplássið í Norðurlondum, tá tað ræður um royking, og samanlagt roykja føroyingar dupult so illa, sum íslendingar. Hartil kemur, at føroysku kvinnurnar roykja rættiliga nógv verri enn mannfólkini.
Tá tað kemur til vektina mugu vit eisini bara ásanna, at stóri trupulleikin við fiti eisini hevur rakt føroyingar. Sambært frágreiðingini hjá landslæknanum vísir ein Gallupkanning frá 2003, at annahvørt mannfólk og ein triðingur av føroysku kvinnunum eru ov feit. Sambært kanningini viga 44 % av føroysku mannfólkunum ov nógv, meðan heili 10 % hoyra heima í bólkinum feitir. Til samanberingar kann nevnast, at 25 % av kvinnunum viga ov nógv, meðan 10 % verða mettar at vera alt ov feitar.
Hetta er bert nakað av tí, sum stendur at lesa í frágreiðingini frá landslæknanum fyri 2004. Men í hesum, eins og í fleiri øðrum førum vita vit lítið um orsøkirnar og møgulig sambond millum heilsustøðuna og liviumstøður annars.
Tørvur á gransking
Í viðmerking til frágreiðingina vísir landslæknin á, at í Føroyum hevur lítið verðið granskað í sambandinum millum heilsu í mun til kyn, útbúgving og sosialan ójavnað. Ein slík gransking hevði eftir mínum tykki verið sera viðkomandi. Tí eiga vit eisini at gera ein innsats fyri at seta í verk skipaða gransking á hesum øki, heldur landslæknin.
Við atliti til miðallivialdurin eiga vit, sambært landslæknanum, eisini at seta í gongd víðfevnda gransking fyri at avdúka orsøkina til munin á miðallivialdrinum hjá kvinnum og monnum. Eisini kundi tað verið áhugavert at avdúka møguligar orsøkir á muninum á livialdri í mun til sosiala støðu í samfelagnum. Slík gransking hevði hartil verið gagnlig, tá tað ræður um fyritíðarpensjón, mist liviár áðrenn 65 ára aldur, sjálvmetta heilsustøðu, kroniskar sjúkur, sosialan ójavnvág í lívsgóðsku, royki og drekkivanar, rørslu, BMI tøl umframt sosiala isolatión millum tey gomlu, sigur landslæknin í viðmerkin til frágreiðingina fyri 2004.
Í komandi bløðum fara vit at greiða gjøllari frá ársfrágreiðingini hjá landslæknanum við viðmerkingum frá viðkomandi pørtum.