Túrur í sermerktum umhvørvi Túrur í sermerktum umhvørvi Túrur í sermerktum umhvørvi

Túrur í sermerktum umhvørvi

Aftur í ár skipa Rasmus og Eyðbjørg Skorheim fyri túri av Selatrað og niðan á Eysturoyarsyllina. Umhvørvið er vakurt, sermerkt og hugtakandi og jarðfrøðisliga sera áhugavert.

Á túrinum verður gingið framvið nøkrum av hægstu grótsúlum í landinum. Eisini verður farið til tiltiknu Hagagjógv, har ein grótsúla liggur tvørtur um gjónna. Søgn er knýtt at gjónni, sum Rasmus fegin greiðir frá.

Túrurin er mettur at vara 4 tímar og er ikki so krevjandi. Gingið verður í 200 metra hædd.

Afturkomin verður borðreitt við heimabakaðum breyði og føroyskum viðskera. Tá verður eisini greitt frá ymiskum søguligum og um lívið á einum bóndagarði.

Børn eru vælkomin við. Kostnaðurin er 150 krónur. Skipað hevur verið fyri túrinum í nøkur ár og fólk hava verið sera væl nøgd við túrin.