Tórsvallarmálið:-Hetta er stór skomm

Guttorm Sørensen, sum situr sum umboð fyri frælsan ítrótt í Tórsvallargrunninum, heldur avgerina hjá býráðnum um ikki at gera rennibreyt um Tórsvøll vera stóra skomm

-Hetta er stór skomm, er Guttorm Sørensen skjótur at svara, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur um avgerðina hjá býráðnum, um ikki at gera rennibreyt um Tórsvøll.

Nú tá Guttorm er valdur sum umboð fyri frælsa ítróttin í Grunninum fyri Tórsvøll, og tað ikki verður nakað pláss fyri frælsa ítróttinum, spurdu vit hann, um tað nú var nøkur orsøk hjá honum at vera sitandi.

-Tað havi eg ikki tikið støðu til enn, sigur Guttorm við Sosialin, sum heldur vil spyrja bakland sítt, áðrenn hann ger av, hvat skal henda.

Tá vit so spyrja hann, um ætlanin er at byggja ein aðra rennibreyt onkra aðrastaðni sigur Guttorm, at tað verður fleiri mió. dýrari.

-Ætlanin er at byggja eina aðra rennibreyt, men hetta er ein nógv dýrari loysn. Í staðin fyri at byggja ein rennibreyt fyri seks mió. á Tórsvølli, mugu teir nú byggja eina rennibreyt fyri 20 mió, og tað gevur absolutt onga meining., sigur Guttorm Sørensen. Eisini heldur hann, at tað kann tykjast mótsigandi, tá ein av grundgevingunum fyri ikki at gera rennibreytina var, at kostnaðurin av hesi verður ov stórur.