Tórsvøllur sum driving range á Glyvursnesi

Fleiri góðynski vórðu send Tórshavnar Golfklubba, tá klubbin seinnapartin í gjár helt eitt lítið hátíðarhald í sambandi við, at flagið frá Tórsvølli, ið varð flutt út á Glyvursnes í summar, varð tikið í brúk til golfspæl.

 

Flagið verður deils brúkt til at spæla á, og deils brúkt til tann partin av vøllinum, ið verður brúktur til at venja seg við golfsløgum.

 

– Veðrið var av tí fagrasta, og Havnin vísti seg frá sínum allar vakrasta vinkli, tá Heðin Mortensen borgarstjóri tók fyrsta golfslagið út á nýlagda teigin við grøna grasinum av Tórsvølli,sigur Tòrshavnar Golfklubbi í tíðindaskrivi.

 

Í Tórshavnar kommunu verður nú ásannað, at tørvur er á eini rættiligari golfbreyt í Føroyum, og tí hevur býráðið givið lyfti til bæði golfklubban og Ítróttasamband Føroya um at vera við til at tryggja, at ein nýggj 18-teiga breyt verður klár, so at oyggjaleikir aftur kunnu koma til Føroya í 2019.

 

– Okkara partur skal i hvussu so er ikki liggja eftir, segði Heðin Mortensen á Glyvursnesi.

 

Formaður golfklubbans, Jógvan Amonson, hevði eisini eitt annað ynski, umframt at fáa til vega ein rættiligan golfvøll. Nevniliga, at vegurin á Glyvursnes verður bøttur, so at koyrandi er út í hetta nátturuvakra økið uttan at oyðileggja akførini.

 

Eftir túrin út á Glyvursnes skilti borgarstjórin ynskið um at fáa bøtt vegin, og Heðin Mortensen lovaði eisini at fáa hetta gjørt fyrsta dagin.

 

Í dag er golfbreytin á Glyvursnesi opin fyri almenninginum. Har verður høvi hjá fólki at royna seg í golfspælinum. Limir í golfklubbanum standa til reiðar at leggja fólki lag á.