Tórsvøllur er nú vorðin grønari enn hann hevur verið

Nú eru 1400 hús og bygningar við í skipanini

Tórsvøllur er nú knýttur í fjarhitaleiðingina hjá Fjarhitafelagnum, sum seinnu árini hevur lagt fjarhitaleiðingina ígjøgnum høvuðsstaðin, eisini í Gundadali og á Hálsi.

Stóru bygningarnir í hesum økinum eru so komnir upp í fjarhitaskipanina so við og við, eisini SMS, Tjaldurs Apotek og Finsen eru knýtt í fjarhitaleiðingina. Aðrir bygningar í økinum, sum hava fingið fjarðhita, eru Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllin á Hálsi og Svimjihøllin.  

- Tess fleiri størri bygningar koma upp í fjarhitaskipanina, tess nærri kemur Tórshavnar kommuna sínum máli um, at CO2-útlátið í høvuðsstaðnum skal verða 20 prosent lægri í 2022 enn tað var í 2013, tá Tórshavnar kommuna setti sær hetta málið, sigur Bogi Andreasen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, í tíðindaskrivi í morgun.

Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum vísir á, at hóast tað er eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhita ígjøgnum høvuðsstaðin, so er nógv vunnið, tá fjarhitaleiðingin er komin at liggja.

- Vit arbeiða við at grava ein orkubera niður, sum skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum alsamt meira grøna orku, ið, umframt avlopshita frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla, eisini fer at fevna um biogass longu í summar, og annars eisini vindorku og sjóvarhita, sigur Hans Christian Dam.

Støðugt fleiri brúkarar eru komnir upp í fjarhitaskipanina seinnu árini. Fyri 10 árum síðani vóru góðir 700 brúkarar í skipanini, og í dag eru umleið 1400 brúkarar bundnir í fjarhitanetið í høvuðsstaðnum.