Eirikur Lindenskov
? Tórsvøllur er góðkendur, uttan nakra dispensatión.
Hetta sigur Poul Michelsen, formaður í Grunninum Tórsvølli í viðmerking til grein í blaðnum.
? Vit hava havt ein altjóða dyst undir UEFA eftirliti og vóru ongar viðmerkingar til fyriskipanina, sum krevja nakra dispensasjón, sigur Poul Michelsen.
? Verandi skiftirúm í Gundadali hava alla tíðina verið ein partur av Tórsvallarætlanini.
Poul Michelsen sigur, at treytirnar frá UEFA ganga uppá, at spælarar og dómarar hava tryggar umstøður, og at áskoðarar hava setur at sita á. Øll onnur viðurskifti, so sum saneteru umstøðurnar, tak yvir áskoðarapláss o. l. eru lokal krøv. Tað einasta, sum ikki er permanent loyst enn, er trygdin hjá spælarunum, tá teir fara frá skiftirúmi inn á vøllin. Men hesin trupulleikin er loystur við politiverju. Annars kundi hetta verið gjørt við onkrari fysiskari verju, ella at spælararnir koyrdu við bussi inn á vøllin, sigur Poul Michelsen, sum blankt afturvísir, at avstandurin til skiftirúmið hevur nakran týdning fyri UEFA-góðkenningini.
Poul Michelsen vísir á, at Tórsvøllur er ein vinnurekandi grunnur, og tí vil hann ikki hava slíkar misskiljingar.
? Vit hava stórar skyldur mótvegis sponsorum og fíggingarstovnum, og eiga grunsins lívstreytir í ikki at verða undirgrivnar við so týdningarmiklum ósonnum tíðindum, sigur Poul Micelsen.
Viðmerking:
Tað er ikki uppgávan hjá okkum at undirgrava við ósannindum. Vit fara at venda aftur til góðkenningina í komandi viku og harvið hvat UEFA leggur í krøvini, sum teir ? umframt til setur til áskoðararnar ? seta til skiftisrúm, vátrúm, dómararúm osv. Tað er krav frá UEFA, at umstøðurnar hjá tíðindafólkunum skulu vera góðar. Tað eru tær ikki á Tórsvølli.
blaðm.