Tórshjólið skal seta dám á Ólavsøkuna

Í ár fer eitt stórt parisarahjól at seta sín dám á Ólavsøkuna.

Talan er um eitt 18 metra høgt parisarahjól, Tórshavnar Býráð hevur leigað og sum skal setast upp á Skálatrøð á ólavsøku.

Samstundis verður Skálatrøð karmurin um meiri undirhald og fleiri stuttlig tiltøk fyri børnini enn nakrantíð áður, sigur Tórshavnar Býráð.

Longu nú mánadagin verður ein partur av Skálatrøð stongdur, tí Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Ítróttarráð fara undir at fyrireika nógva undirhaldið, sum verður á økinum undan og á ólavsøku.

Í hesum sambandi er eitt 18 metra høgt parisarahjól leigað til endamálið og tað skal setast upp í næstu viku.

Tað hevur fingið navnið Tórshjólið og verður sett ígongd at mala fyrstu ferð næsta leygardag, tann 21. juli.

Samstundis letur stóra tjaldið hjá kommununi upp við hoppiborgum, og øðrum, til børn.

So nú ger onki um tað regnar, sigur býráðið.

Tá ólavsøkan nærkast verður restin av Skálatrøð tikin í nýtslu, soleiðis at alt økið verður eitt stórt paradís fyri børn og barnligar sálir.

?