Tórshavnar Skipasmiðja
Pf. Tórshavnar Skipasmiðja hevur tey seinastu 4 árini miðvíst fyrireikað seg til eina komandi oljuvinnu. M. a. varð eitt fólk sett til burturav at taka sær av hesum øki og úrslitið er, at nú eru tvey feløg stovnað, ið skulu taka sær av hvør sínum øki innan veitingar til oljuvinnuna.
ASCO Føroyar varð stovnað í 1998 og er eitt samstarv millum Tórshavnar Skipasmiðju og stóra skotska útgerðarfelagið ASCO Group. Hetta felagið hevur til endamáls at reka útgerðarstøð og flutningstænastur til oljuvinnuna. Í hesum sambandi er leiguavtala gjørd við Tórshavnar Kommunu um økið á Sundi, ið metist at vera sera væl egnað til endamálið. Tað krevjast bert smávegis íløgur fyri at koma í gongd á Sundi, økið liggur væl fyri ? tætt við Havnina, har oljufeløgini hava høvuðsskrivstovur sínar og annars allar tænastur og veitingar fáast. Frá Sundi er stutt niðan á Sandvíkahjalla, har tann stóri goymslubygningurin hjá Skipasmiðjuni liggur og sum nøktar tørvin á goymsluplássi hjá oljuvinnuni í nógv ár framyvir.
Pf. PAM Offshore Service varð somuleiðis stovnað í 1998 og veitir tænastur innan umvælingar, viðlíkahald og framleiðslu til oljuvinnuna. Síðan 1998 hava í meðal 15 føroyskir smiðir, sveisarar, rørleggjarar og elektrikarar verið í starvi hjá PAM Offshore Service, har teir hava arbeitt við umvælingum og øðrum tænastuveitingum í norsku frálandavinnuni. Ætlanin er at menna førleika og royndir hjá bæði starvsfólkum og leiðslu innan hetta nyggja øki soleiðis at virkið er ført fyri at átaka sær uppgávur tá tørvur verður á hesum tænastum innan oljuvinnu í Føroyum. PAM Offshore Service leggur stóran dent á at halda starvsfólkið dagført við kravdum certifikatum, trygdarskeiðum o.ø. somuleiðis sum virkið er í ferð við at seta í verk tað nyggjastu ISO9000 góðsku, heilsu, trygdar og umhvørvis skipanina.
PAM Offshore Service gjørdi í apríl ár 2000 eina samstarvsavtalu við stóra norska felagið Aker Maritime, ið ber við sær, at PAM Offshore Service kann fáa fakligan stuðul frá Aker Maritime tá ið uppgávur koma ið krevja serligan fakkunnleika innan hesa vinnu. Endamálið er at PAM Offshore Service so við og við skal mennast til sjálvt at kunna átaka sær ymiskar tænastur innan stál, rør, mekanik og el.