Tórshavnar Musikkskúli fekk gávu av Kamarinum

 

Fyrr í vikuni fekk Tórshavnar musikkkskúli vitjan av Jákupi og Eyðbirni av Kamarinum. Vegna tónleikabólkin Tey av Kamarinum, handaðu teir skúlanum gávu. Talan var um standmyndina, ið bólkurin fekk á Faroese Music Awards fyrr i ár, fyri lívsverk teirra innan tónleikin í Føroyum.
Bólkurin hevur givið musikkskúlanum standmyndina sum gávu við tí grundgeving, at tey sum Havnarfólk, vóru sera errin av hesum stásiliga bygningi, ið var reistur fyri tónleikinum, og at nýbygdi skúlin var ein virðiligur staður.

Soleiðis skrivar Tórshavnar musikkskúli á sínum facebook vanga.

g við tí lætta lyndinum, ið eyðkennir tey, so var eisini viðmerkt, at tey systkini, ið enn eru á lívi, øll eru komin væl til árs, ikki fingu standmyndina við sær á víðari leið teirra.

Tey av Kamarinum eru undangongufólk á føroyska tónleikapallinum. Tey byrjaðu í 1955, og hava tey lagt eftir seg eina ørgrynnu av landaplágum, og einum stórum sangskatti, ið er vorðin ogn føroya fólks.
Løg teirra eru fangandi. Tekstirnir eru á føroyskum, har ið gerandislagnur og lívstilburðir eru lýstir á einum sera vøkrum máli.

Klára og reina altrøddin hjá Nicolinu, ið eisini hevur skrivað stórsta partin av løgunum, er fremst í ljóðmyndini. Málmsterk var djúpa bassrøddin hjá Ingolfi og ljósu tenorarnir hjá Áslakki og Jákupi stuðlaðu væl samsanginum. Eisini røddin hjá Margrethu var vøkur og innilig. Eyðbjørn setir við løttum og flogbornum gittarspæli, serstakan dám á.

Í byrjanini vóru umstøðurnar at taka upp ikki til annað enn, at spæla og syngja alt inn í einum, og vísir hetta nøkur sera gávaði systkin, ið sungu og spældu reint, og dugdu sera væl at syngja kór.

Vit á Tórshavnar musikkskúla, eru sera fegin um hesa gávu, og vilja við hesum takka hesum undangongufólkunum innan tónleikin fyri avrik teirra og fyri gávuna, ið skúlin takkar almikið fyri, skrivar Tórshavnar Musikkskúli á facebook vanga sínum.