Tórshavnar Manskórkonsert á Húsum og í Klaksvík flaggdagin

Flaggdagin, í morgin 25. apríl, fer Tórshavnar Manskór at hava tvær konsertir í Norðoyggjum. Tann fyrra verður á Húsum, beint eftir gudstænastuna.

Seinni um dagin fer kórið til Klaksvíkar, har konsert verður í Ósáskúlanum klokkan 17.

Hetta er framhald av einari konsertrøð, sum kórið fór undir seinasta vikuskiftið, har konsertir vóru í Miðvági og í Vestmanna. Kórið hevur sett sær fyri at hava fleiri konsertir ymsa staðni í Føroyum. Tórshavnar Manskór fer at framføra eitt breitt úrval av føroyskum, íslendskum, svenskum og donskum sangum. Eisini verður tjóðsangurin at hoyra í nýggjari útseting.

Bjarni Restorff er kórleiðari og hevur verið tað øll árini.