Konsertirnar verða í Müllers pakkhúsi og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Tórshavnar Manskór fer at hava konsert í Müllers pakkhúsi í morgin klokkan 19.30, og í mentanarhúsinum í Fuglafirði, komandi mikukvøldið klokkan 19.30
Endamálið er at vísa, at føroyskur manskórsangur hevur nakað at bjóða upp á, bæði tá tað kemur til dygd á føroyskum sangum, sum eru á repertoirinum, og eisini viðvíkjandi sjálvari framførsluni.
25. mai til 29. mai verður Tórshavnar Manskór á palli á fýra ymiskum støðum í Danmark. 25. mai er konsert í Keypmannahavn, 26. mai í Sorø Klosterkirke, 27. mai í Christianskirken í Fredericia, og 28. mai hevur Tórshavnar Manskór so seinastu konsertina í konserthøllini í ?Alsion? í Sønderborg.
Tann 29. mai syngja øll kórini ymsastaðni í býnum, og so endar alt við einari stórari felagsframførslu í Alsion.
Tórshavnar Manskór verður í tjóðbúna á øllum konsertunum.