Tórshavnar Manskór á ferð og á fløgu

Kórið byrjar sunnudagin eina konsertferð í Føroyum og eisini er ein fløga við teimum á veg, har nógv forvitnisligt er at hoyra

Sunnudagin stevnir Tórshavnar Manskór vestureftir. Tá byrja teir eina konsertferð í Føroyum. Sunnudagin 18/4 syngja teir í Vestmanna og í Miðvági.

Sunudagin 25/4 eru teir á Húsum og í Klaksvík og tann 8/5 eru teir úti í Hesti.

Kórið varð stovnað í 1986, 100 ár eftir, at fyrsta manskórið var í Havn. Og kórið hevur ferðast víða, millum annað í Íslandi, Onglandi, Wales, Skotlandi, Hetlandi, Danmark og Estlandi, Letlandi og Litava. Nú valdu teir at ferðast heima í Føroyum.


Fløga

Um ikki so langa tíð, so kemur kórið á marknaðin við fløgu. Teir hava einaferð áður givið fløgu út.

Menningarstovan skipar fyri Rek-Tór, nakað í minnir um Føroyar í Fokus, í Íslandi tann 6. maj.

3'arin luttekur, og gevur eisini út fløguna við Manskórinum, og fløgan verður so marknaðarførd í Íslandi, tá Rek-Tór verður. Um somu tíð kemur hon út í Føroyum


Spennandi fløga

Nógv spennandi tilfar er á fløguni. Millum annað 5 sangir, ið komu inn til kappingina, sum kórið fyriskipaði fyri trimum árum síðani.

Tjóðsangurin verður eisini at hoyra í nýggjari útseting, ið Bjarni Restorff, kórleiðari, hevur gjørt fyri manskór.

2 danskir sangir, vísur, eru eisini við, ið helst ikki eru á nakrari aðrari útgávu frammanundan. Eisini eru 2 íslendskir sangir og 2 svenskir.

Upptøkurnar eru gjørdar í Vesturkirkjuni og Jóannes á Rógvu Joensen hevur staðið fyri teimum. Nakrar av upptøkunum hevur Kartni Fornagarð gjørt í Eysturskúlanum