Í Tórshavnar kommunu eru øll børn vælkomin – eisini tey við serligum tørvi

Valevni úr Tjóðveldi kemur enn einaferð við ósannindum um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu. Sagt verður at tað eru 2 serstovur til børn við serligum tørvi – men tað passar ikki! Til kunningar, kann eg upplýsa, at skúlabørn hava møguleika til kommunalt sernámsfrøðiligt virksemi á Frælsinum, umframt at børn úr serskúlastovuni í Hoyvíkar skúla, hava møguleika at koma í serstovuna í Frítíðarskúlanum í Hoyvík. Eisini verður í løtuni gjørt klárt til eina serstovu í býlingshúsinum vesturi á Flat, ið eg ikki blívi bilsin um, letur upp áðrenn býráðsvalið um eina viku. 

At tað eru batar at gera, tað eri eg púra samdur í, og øll børn skulu hava møguleika fyri námsfrøðiligum virksemi, eisini tey við serligum tørvi, ið ikki hava nakra serstovu at verða knýtt til. 

Núverandi skipan, har tímar til børn við serligum tørvi verður játtað er virkin, og verða ymiskar umbønir raðfestar, alt eftir einari meting av tørvinum hjá tí einstaka. At játtanin er ov lítil, tað kann broytast – og um neyðugt; ja, so skal tað broytast. Sum ein trygd, skulu foreldur hava trygd fyri, at námsfrøðilig starvsfólk altíð eru til arbeiðis, har børn við serligum tørvi eru tilmeldaði. 

Núverandi meiriluti hevur ætlanir at játta 4 mió til serøkið, og er tað at fegnast um. Hvussu ætlanin er at raðfesta upphæddina er ikki alment, og tað skilji eg ikki. Foreldur hava rætt, at vita hvussu teirra barn/børn fáa ágóðan av ætlaðu játtanini, samstundis sum sernámsfrøðiligu starvsfólkini skulu fáa innlit í, hvussu hetta kemur at broyta teirra arbeiðsumstøður.

At raðfesta í tøgn - eisini fyri sínum egnu valevnum og floksfólki, tað blívi eg ikki kløkkur av. Soleiðis hevur ofta verið arbeitt seinastu árini.

Um mær verður víst álit á býráðsvalinum, ja; so fær borgarin víst álitið aftur, og tá eru øll vælkomin í Tórshavnar kommunu – eisini tey við serligum tørvi. Børn eru eisini borgarar!

Bjarni Beder,

valevni á býráðsvalinum 2020