Tórshavnar kommuna vil ikki kenna sannleikan um dagstovnar

Hóast Tórshavnar kommuna gjørt umfatandi kanning av dagstovnunum, kann hon ikki upplýsa úrslitið hjá minni umtóktu stovnunum. – Teir upplýsingarnar hevur kommunan ikki biðið um, og tí hevur hon teir ikki, sigur umsitingin

Tórshavnar kommuna hevur ikki upplýsingar, sum kunnu seta navn á, hvussu ymisku dagstovnarnar í kommununi hava klárað seg.

Hetta eru upplýsingarnir, sum umsitingin í Tórshavnar kommunu kemur við, eftir at Sosialurin hevur biðið um innlit í, hvørji skoðsmál ymisku dagstovnarnir undir Tórshavnar kommunu hava fingið frá foreldrunum í nøgdsemiskanning, sum greiningarfyritøkan Lóður hevur gjørt fyri kommununa.

– Tað er Lóður, sum hevur ráu upplýsingarnar, og tað er Lóður, sum hevur greitt ymisku stovnunum frá, hvussu skoðsmálið hjá ymisku stovnunum eru. Vit hava ikki upplýsingarnar, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, um kanningina, sum kommunan júst hevur rindað einar tveyhundraðtúsund krónur fyri, umframt, at ymisku dagstovnarnir sjálvir hava fingið at vita, hvussu teirra stovnur kláraði seg.


Fingið allar upplýsingar

Sosialurin bað um at fáa sett nøvn á prikkarnar í einum einstakum skjali í kanningini, sum kommunan hevur latið gjørt.

Men í teimum yvir 80 ørkunum, sum Tórshavnar kommuna hevur latið, sum var upp á umbønina um innlit, er bert upplýst navn saman við trimum av teimum best umtóktu stovnunum.

Hetta eru teir somu tríggir stovnarnir, sum vórðu almannakunngjørdir á tíðindafundi, sum Tórshavnar kommuna kallaði til mánadagin.

Nærri kemur Sosialurin ikki svarinum, sambært Katrini Petersen, deildaleiðara á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

– Hetta eru ikki upplýsingar, sum kommunan hevur biðið um, sigur Katrin Petersen, tá hon verður spurd, hví tað ikki ber til at fáa upplýsingarnir, sum innlit er biðið um.

So Tórshavnar kommuna hevur ikki áhuga í allari kanningini, sum hon hevur nýtt umleið 200.000 krónur av skattaborgarans peningi til?

– Sjálvandi hava vit tað, sigur Katrin Petersen.

Tá Sosialurin spyr, hvussu hetta hongur saman, er svarið, at kommunan hevði áhuga at vita, hvussu stovnarnir sum heild klára seg, og at tað gav eitt gott úrslit.


Betri enn Århus

Í almennu úrslitunum av kanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu, verður samanborið við kanning, sum greiningarfyritøkan Rambøll hevur gjørt fyri Århus kommunu.

Úrslitið, sum er borið fram í kanningini hjá Lóðri fyri Tórshavnar kommunu, vísir, at stovnarnir í Tórshavnar kommunu í miðal eru eitt vet betri umtóktir enn teir í Århus.

Men í almennu úrslitunum hjá Århus kommunu ber eisini einfalt til at finna fram til, hvussu nøgdsemið er við einstaku stovnarnar. Hetta úrslit verður millum annað nýtt av foreldrum, tá tey skulu velja dagstovn til síni børn.

Nú vil Tórshavnar kommuna ikki samanbera meira.

– Tað er so Århus, sum hevur valt at gera soleiðis, sigur deildarleiðarin á barna- og ungdómsdeildini.