Tórshavnar kommuna veitir Sjósavninum rakstrarstuðul

Tórshavnar kommuna og Føroya Sjósavn, ið heldur til á Argjum, hava í dag undirskrivað eina samstarvsavtalu, ið tryggjar Sjósavninum ein rakstrarstuðul fyri 2018. Sambært avtaluni fær Sjósavnið 600.000 krónur í rakstrarstuðli frá høvuðsstaðarkommununi. Tað boðar kommunan frá á heimasíðuni torshavn.fo.


Endamálið hjá Føroya Sjósavni er at sýna fram dýr og plantur, sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya Sjósavn er skipað sum grunnur við nevnd og dagligari leiðslu og hevur savnið skipað fyri framsýningum síðan 2006.


Samstarvsavtalan fevnir tó eisini um framtíðar viðurskiftir hjá savninum, ið heldur til í hølum, ið Tórshavnar kommuna eigur.


- Ein samstarvsavtala er nú gjørd, ið sum ítøkiligt mál hevur, at Sjósavnið við ársenda í 2019 hevur fingið eina lidna verkætlan upp á pláss við tekningum, myndugleikagóðkenningum og fígging. Ætlandi verður ískoytisavtala millum Føroya Sjósavn og Tórshavnar Kommunu gjørd seinni í 2018 um stuðul til gerð av skitsuuppskoti o.a., skrivar kommunan á heimasíðuni.


Til ber at lesa allan sáttmálan við at trýsta á her