Høvuðsstaðarkommunan hevur latið trimum ungum listafólkum stuðul í samband við útbúgving innan sang og tóvirki Tórshavnar kommuna hevur latið trimum ungum listafólkum stuðul í samband við útbúgving innan sang og tóvirki. Stuðulin er latin úr grunninum Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagsteing og úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði.
Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein stuðlar ungu songkvinnuni Drífu Hansen, sum er undir útbúgving sum operasangari. Hon hevur tikið partar av útbúgving síni í Íslandi og Fraklandi. Í løtuni er hon í Svøríki, og fer væntandi aftur til Íslands, og vónar so um eitt ár at vera til reiðar at søkja inn á opera háskúlar í Europa. Grunnurin stuðlar henni við 10.000 krónum.
Minnisgrunnur Sonnu av Skarði stuðlar Juttu Linklett og Onnu Kristin Bæk, sum báðar útbúgva seg sum skraddarar/sniðgevar í Danmark. Tær fáa 10.000 krónur í stuðuli hvør, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.