Tórshavnar kommuna skal mennast vestureftir

Meðan dentur seinastu árini hevur verið lagdur á at menna høvuðsstaðin í Hoyvík, verður hugt meira vestureftir og út á Argir. Tað sigur Bogi Andreassen, varaborgarstjóri í Havn.

- Vit fara nú at seta út í kortið, hvussu kommunan skal mennast fram ímóti 2030. Stórur dentur verður lagdur á, hvussu vit fáa eina burðardygga kommunu, ið er væl fyrireikað til tær avbjóðingar, framtíðin kemur at geva okkum, sigur Bogi Andreassen, sum umframt at vera varaborgarstjóri eisini er formaður í byggi- og býarskipanarnevdnini hjá Tórshavnar kommunu.

Hann vísir á, at undanfarnu árini hevur stórur dentur verið lagdur á Hoyvík, har eisini nógv er komið á mál, men nú verður haraftrat hugt meira at Argjum, vesturbýnum og miðbýnum, so vit fáa eina góða og berandi heild tey mongu komandi árini.

- Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini frøist eg um, at Tórshavnar býráð hevur valt fólk í ein stýrisbólk, ið skal arbeiða við nýggja kommunuplaninum. Hesin stýrisbólkur, sum er settur saman av bæði býráðspolitikarum og fólki úr umsitingini, fer nú í gongd við hetta arbeiði, sigur Bogi Andreassen.

Hann vísir á, at tankin aftan fyri kommunuplanin er, at á øllum økjum skal skapast grundarlag fyri búskaparligum vøkstri í Tórshavnar kommunu og landinum sum heild. Hugskotið er, at ein búskaparliga sterkur høvuðsstaður í Føroyum er grundarlagið undir vøkstri í restini av landinum. Hann sigur, at við nýggja kommunuplaninum verður dentur lagdur á grøn virði og at trivnaðurin verður settur í hásæti.

- Lívsdygd og góð heilsa hevur nógv at gera við tey tilboð, ein kommuna hevur at bjóða, og hetta fer eisini at seta sín dám á Tórshavnar kommunu og menningina í henni nógv ár inn í framtíðina. Hetta er eitt spennandi arbeiði, ið nú verður sett í gongd, og umframt at stýrisbólkurin burturav fer at taka sær av teimum yvirskipaðu tankunum aftan fyri framtíðarætlanirnar, vilja vit eisini fegin hoyra, hvat borgararnir kundu hugsað sær og vildu ynskt sær, tí kommunuplanurin verður gjørdur fyri øll og skal koma øllum til góðar, sigur Bogi Andreassen, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.