Tórshavnar kommuna roynir elbil

Ein av elbilunum hjá SEV verður í hesum døgum royndarkoyrdur av Tórshavnar kommunu. SEV hevur latið ein Citroen C1 EVie elbil til nakrar av limakommununum at royna. Bilarnir komu til Føroya á jólum og ætlanin hevur alla tíðina verið, at einstaklingar, stovnar og fyritøkur skuldu royndarkoyra bilarnar.

Hetta er ein vanligur bilur, sum hevur elmotor við 30 kw ella 51 HK, sum kann koyra upp til 100 km uppá eina løðing.

Í gjár fekk Tórshavnar kommuna ein C1 at royndarkoyra. Á myndini síggjast tveir nevndarlimir í SEV, Marin Katrina Frýdal, sum eisini er formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Heðin segði aftaná at hava kannað bilin, at starvsfólkini skuldu fáa høvið at royna bilin, men serliga kundi hann hugsað sær, at húsavarðatænastan hjá kommununi royndi bilin, skrivar heimasíðan hjá kommununi www.torshavn.fo.