Tórahavnar kommuna heitir nú á fólk, um ikki at gera seg inn á vøkstur, runnar og trø á almennum økjum. Herverk verður revsað sambært galdandi lóg, skrivar kommunan á heimasínuni.
Hendan heitanin er avleiðing av, at herverk varð framt á Skótarók, har trø úr vakra fríøkinum og barnalundini vórðu sagaði og feld.
Um sama mundi hevur herverk eisini verið á trø við omankoyringina til oman Hoydalar. Lendisdeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur ruddað hetta økið fyri sponsk hindber, men har stóðu eisini stór trø, sum eru sagað niður, skrivar Tórshavnar kommuna.
- Kommunan vil við hesum heita á fólk um ikki at gera seg inn á vøkstur, runnar og trø á almennum økjum. Herverk verður revsað sambært galdandi lóg. Um ampar eru av trøum og runnum á almennari kommunalari ogn, er at venda sær til Snarskivuna, stendur á heimasíðu kommununar.









