Tórshavnar Kommuna hevur onki í skuffuni til nýggja Smyril

Borgarstjórin í Havn kennir onki til, at arbeitt verður við ymsum ætlanum fyri at geva nýggja Smyrli atløgupláss í Havn. Tvørturímóti fer Tórshavnar Kommuna ikki undir stórar útbyggingar fyri at tryggja Smyrli fast pláss í Havn

Suðuroyarsiglingin

Tað verður ikki arbeitt við øðrum loysnum fyri at útvega nýggja Smyrli fast atløgupláss í Havn.
Tað staðfestir borgarstjórin í Havn
Í degi og Viku í gjárkvøldið bórust tíðindi frá landsstýrismanninum í vinnumálum og landsstýrismanninum í mentamálum, at orsøkin til at ongin avgerð verður tikin um at økisfriða Tinganes, er tann, at arbeitt verður við at finna nýggja Smyrli annað atløgupláss í Havnini.
Men hetta kennir Jan Christiansen, borgarstjóri, onki til.
Sostatt staðfestir borgarstjórin tað, sum havnameistarin í Havn segði við Sosialin í gjár um, at ongin gongd er í arbeiðnum um at finna nýggja Smyrli fast atløgupláss í Havnini og at ongar ætlanir eru um nakrar útbyggingar.
? Tórshavnar Kommuna hevur víst á eina loysn og og tað var at gera ferjulegu til nýggja Smyril á Bursatanga, uttan á Norrønu.
? Hetta er ein loysn, sum er fult forsvarlig tí tað er bara nakrar heilt fáar ferðir um vikuna, at Smyril og Nørrna.
Men tað er alt, ið bendir á, at Tórshavnar Kommuna ikki sleppur at fremja hesa ætlanina í verki, tí at økið verður økisfriða út á 10 metra dýpi.
Og Jan Christiansen sigur, at Tórshavnar kommuna hevur framvegis onga loysn og tað verður heldur ikki arbeitt við nakrari ítøkiligari loysn.
Kortini minnist hann, at løgmaður hevur boðað frá, at hetta er ein trupulleiki, sum Tórshavnar Kommuna ikki eigur at standa einsamøll við.
? Tað tekur hann sum eitt tekin um, at landið er sinnað at betala fyri atløguplássið til nýggja Smyril í Havn, eins og landið hevur betalt í Suðuroy.
Hann sigur, at sjálvsagt eru aðrir møguleikar at gera atløgupláss til nýggja smyril - bara onkur vil betala fyri teir.
Men kommunan hevur ikki hesar møguleikar.
? Skal ein onnur loysn finnast, tosa vit um eina útbygging, sum kostar nakað íð líkist hundrað milliónir. Og tað hvørki kann kommunan loyva sær og enn minni hevur hon ráð til tað.
Sostatt staðfestir borgarstjórin, at tað verður í hvussu so er ikki Tórshavnar Kommuna, sum fer at betala fyri eina aðra loysn til nýggja Smyril.
Ein loysn, sum hevur verið nevnd, er, at gera ferjulegu til nýggja Smyril í krókinum undir Skipafelagnum.
Men so mugu skipini hjá Skipafelagnum ryggka eina skipslongd longur út á Molan og borgarstjórin hevur fyrr boðað frá, at tað fer kommunan ikki at áleggja Skipafelagnum.
Samstundis er tað ein spurningur um nýggi Smyril grynnur har. Hasnn stingur 5.60 metrar og dýpið er ikki meiri enn 5,80 metrar á fjørðu, so har í hvussu so er ikki nógv at geva av.

Mugu seta okkum saman
Jan Christiansen staðfestir somuleiðis einaferð enn, at Tórshavnar Kommuna vil fegin hava Smyril til Havnar.
Men nú landið mest sannlíkt ikki vil taka av tilboðnum frá Tórshavnar kommunu, liggur bólturin hjá landsstýrinum.
?Eg haldi, at vit eiga at seta okkum saman fyri at vita, hvbørjir møguleikar eru. Men í hesum sambandi skulu vit tosa um møguleikar, sum eru ógvuliga tætt knýttir at, hvør skal gjalda.
? Vit mugu fáa greitt at vita, hvat landið er sinnað at spjaða til, tí vit fara ikki at brúka tíð og orku til at viðgera møguleikar, sum landið ikki vil betala.
? Og tað verða ikki vit, sum fara at brúka nakað, sum líkist hundrað milliónir uppá at útvega nýggja Smyrli atløgupláss.
Jan Christiansen sigur, ein bólkur av fakbólki varð settur á sinnið við umboðum frá Tórshavnar Havn, Landsverkfrøðinginum og Strandferðsluni.
? Men tað, sum lá í kortinum var, at tann bólkurin skuldi tosa um ætlaða atløguplássið til Smyril inni á Bursatanga, har Kommunan hevur ætlað at gera hana.