Tórshavnar kommuna gjørt sáttmála við Dansifrøi

Tórshavnar kommuna og felagið Dansifrøi hava skrivað undir leigusáttmála í sambandi við økið, har hús hjá Dansifrøi verða bygd. Húsini, sum eru vestan fyri R. C. Effersøesgøtu, millum ítróttarhøllina á Hálsi og Gundadalshøllina, verða liðug um eitt ár.

 

Tað vóru felagsformaðurin Erling Jørgensen og bygginevndarformaðurin Høgni Mikkelsen, ið skrivaðu undir fyri felagið Dansifrøi. Fyri Tórshavnar kommunu skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jens Marius Poulsen, kommunustjóri, undir leigusáttmálan.

 

Leigusáttmálin skal góðkennast av Býráðnum.

 

Frammanundan er skrivaður samstarvssáttmáli millum somu partar. Samstarvssáttmálin ásetur, at tað ungdómsvirksemi, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri, hevur rættin til húsinu tvey vikuskifti um mánaðin.

 

Húsini í Gundadali verða felagshøli hjá Dansifrøi, sum hevur 400 limir. Felagið varð stovnað í 1972, og longu í 1976 varð sonevnda ?húsamálið?, ið nú fær eina endaliga loysn, reist.

 

Tað var Jógvan Arge, varaborgarstjóri, sum við ársbyrjan í ár skar fyrsta flagið omanav á økinum, har húsini hjá Dansifrøi nú verða bygd. Høgni Mikkelsen hevur verið formaður í bygginevndini hjá felagnum.

 

Á myndini síggjast Høgni Mikkelsen, formaður í bygginevndini hjá Dansifrøi, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Erling Jørgensen, formaður í felagnum Dansifrøi og Jógvan Arge, varaborgarstjóri, tá teir á middegi í dag skrivaðu undir leigusáttmálan á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu. Framman fyri fløggunum sæst bóklingurin, sum kom í 1997 og lýsti fyrstu 25 árini í søgu felagsins. Erhard Jacobsen ritsjórnaði.

Kelda: www.torshavn.fo